Tíverri eydnaðist ikki av álvara at byggja víðari uppá Skála sigurin og vinna á AB við Stórá. Dysturin endaði 1-1 og liðini deildu stigini millum sín. Við einum sigri høvdu vit annars lyft okkum upp um EB/Streym, men mugu enn taka til takkar við seks stigum og eitt áttanda pláss.
Liðið sum Michael Winter hevði tikið við til dystin sunnudagin var hetta:
Mehder
Kroner - Møller – Ndende – Bruhn
Johannesen - Joensen – Godtfred – Wøldike – Raben
Ingason
Bonkurin: Bærendsen, S. Musah, Thorsteinsson, Midjord
Stutt og greitt kann sigast, at talan var upp ein rættuliga óskipaðan dyst, ja hann var heldur kaotiskur, frá byrjan til enda.
Onkrir málmøguleikar spurdist burturúr í fyrst hálvleiki, millum annað hevði Ingason ein góðan møguleika longu eftir átta minuttir, tá hann fekk eina fína avlevering frá Wøldike, men Poul brendi ein møguleika, sum hann, sambært frásøgumanninum, nokk átt fingið meira burturúr.
AB brenna hinvegin so møguliga størsta møguleikan í hesum kappingarárinum eftir eina tilvildarliga støðu har Mehder í málinum ikki hevði greiði á bóltinum, men tað endar við at Lawal brenni uppá tað skammiligasta, tá hann rakar beint á einasta TB høvdið sum var millum sín og meskarnar.
Vit leggja okkum á odda eftir einum kortið, tá Møller fær lagt bóltin inn til Johannesen, sum bert skuldi seta høvdið á og so var mál. Fyrsta málið hjá unga leikaranum, ið er sonur Jón og Heidi.
Tíverri javnar AB skjótt, men lukkutíð so bleiv bríkslað fyri frísparki. Men tá 37 minuttir eru leiktir, tá riggar ikki meira og Ndende er óheppin og ger sjálvmál.
1-1 og hetta bleiv eisini endastøðan bæði á fyrsta hálvleiki, men eisini í dystinum, tí har komu ikki fleiri mál. Møguliga við eitt sindur meira hepni kundi Ingason havt skalla bóltin í málið, tá gott og væl ein tími var farin. Onkur vildi eisini vera við at TB møguliga bleiv snýtt fyri straffi, tá ein AB’ari hevði armin nakað høgt uppi í egnum brotssteigi. Í evstu løtu er nær við aftur, men AB fær vart fyri á sjálvari málstrikuni.
Næsti dystur er ímóti ÍF í Fuglafirði, hann verður sunnudagin 28. juni.
Mynd: Mariann Mikkjalsdóttir