Flaggdagin, fríggjadagin, verður sjeynda umfar av 1. deild og skal TB hesu ferð til Klaksvíkar at dystast móti næstbesta liðnum hjá Klaksvíkingum.
Hetta verður ein dystur, ið helst skal vinnast, tí KÍ eigur ikki at metast sum ein av teimum stóru mótstøðuliðunum í 1. deild.
Higartil hevur tað gingið uppá stás við sigrum í øllum seks dystunum higartil.
KÍ liggur í verandi løtu nummar átta og hava bert vunnið sær fýra stig, ein sigur og ein javnan. Dysturin verður millum næstbesta álopið og næstvánaligastu verjuna í 1. deild. Vit hava skotið 16 mál, bara B36 hevur skotið fleiri, nevniliga 21. KÍ hevur latið 16 mál inn, hetta eru tvey færri enn HB, ið hevur vánaligastu verjuna.
Betri avrik enn B68
Samanbera vit úrslitini hjá okkum við vinnaran av 1. deild í fjør, so síggja vit at vit í løtuni, eftir seks umfør, eru tvey stig frammanfyri B68. Vit hava vunnið allar okkara dystir, meðan B68 eftir seks dystir høvdu vunnið allar uttan ein, ið var leiktur javnt.
Vit hava eftir hesi seks umførinum møtt at kalla teir nærmastu kappingarneytarnar, serliga tá tað kemur til uppflyting. FC Suðuroy vunnu vit á í Vági og 07 Vestur vunnu vit við Stórá. Eisini hava vit vunnið á B36, ið lá á odda áðrenn vit brustu saman við Stórá í dystinum, har havnamenn bara vóru 10.
Stuttligt hevði verið um vit kundu farið gjøgnum øll liðini og vunnið teir fyrstu níggju dystirnir, enn betur um vit vinna allar 27 dystirnir sjálvandi, but let us not get ahead of ourselves. Ein dyst at gangin er nokk rættað mottoið í hesum førum, tá vit fara at droyma um 27 sigrar út av 27 møguligum. Vit hava í løtuni 11 stig fleiri enn FC Suðuroy og níggju stig fleiri enn 07 Vestur.
Dysturin í Klaksvík byrjar klokkan 15.00 fríggjadagin.
Við Stórá eru tveir dystir fríggjadagin annars, 2. deild møtir Giza/Hoyvík og U14 dreingirnir taka í móti KÍ. Sí annars dystaryvirlitið!