Vit mettu undan dystinum at hetta fór at gerast ein dystur, har vit helst áttu at fingið trý stig og tað fingu vit eisini, men tað var ikki nakar walkover, avgjørt ikki.
Vit fegnast stórliga yvir trý stig afturat inn á kontoina og koyra á víðari.
Dysturin byrjaði við, tað sum má metast sum ein lítil hvøkkur – KÍ løgdu seg á odda eftir bert fýra minuttir, men tað gekk ikki long tíð, so gjørdi Rógvi Joensen útjavnandi málið.
Martin gerst síðani skaddur og inn kemur Jonhard Ferjá, ið var einasti útskiftari til dystin, hann skuldi vísa seg at fáa ávirkan á dystin nærum beinanvegin.
Hann ger nevniliga ikki mætari enn so, at hann høggur bóltin upp í málhorni úr einari ávísar frástøðu frá málinum. Higartil tvey frálík mál skilja vit úr Klaksvíkini. Hetta er eisini hálvleiksstøðan.
Eitt sindur inn í øðrum hálvleiki svarar KÍ so aftur, teir fáa eitt mál, ið ger støðuna til 2-2, men enn eina ferð megna vit at svara gott og skjótt aftur. Vit fáa eitt horna, tað verður skotið innfyri í pannuna á legenduni, Óla Johannesen, ið skallar hann tætt undir mál og har er toppskjúttin Ragnar Tausen klárur og setir pannuna á bóltin og í kassan til 3-2.
Sostatt cruisa vit víðari við fullum stigatalið nú sjey umfør eru farin.
Martin skaddur
Eitt sindur inn í fyrsta hálvleiki gjørdist sterki Hovbingurin, Martin Tausen, skaddur og mátti berast av vøllinum. Hann var løtu seinni koyrdur á sjúkrahús og kom aftur til dystin á høkjum og kundi frá síðulinjuni fylgja við í dystinum hjá sínum liðfeløgunum, har teir megnaði at fáa trý stig við heim til Stórá og Tvøroyri.
Vit vita í verandi løtu ikki nógv um skaða Martins, men ynskja honum góðan bata og vóna at síggja hann skjótt aftur á vøllinum í svørthvítum!