Fótbóltsskúlin: Skráin klár

Nú nærkast av álvara til ársins fótbóltsskúla við Stórá, ið TB skipar fyri í samstarvi við Leeds United. Okur gleða okum at taka ímóti øllum 150 leikarunum til ársins hæddarpunkt, FÓTBÓLTSSKÚLAN við Stórá, ið verður í døgunum 11.-13. august.

Hóast skiftandi tilmæli, hava okur í alt ár havt eina vón um at fáa høvið at bjóða øllum luttakarunum vælkomnum í ár, eftir at okur í fjør máttu avlýsa. Tíbetur verður tað veruleiki, og okur fegnast enn eina ferð um stóra áhugan.

Tó verður ein broyting. Craig Dean fær ikki komið úr Onglandi orsaka av sóttarhaldsreglunum, bæði her í Føroyum og tá hann skal heim aftur. Hóast hetta kemur hann at hava ávirkan á venjingarnar, og verður hann eisini við okum yvir netið. Hetta síggja okur tó ikki sum nakra forðing, tí við hansara vegleiðing, okra venjarum og øllum okra fantastisku lokalu kreftum, fer ársins fótbóltsskúli at hava bestu fortreytir fyri at geva tykum mennandi, læruríkar, gevandi og ikki minst stuttligar dagar saman við Stórá.

Kunning og skrá viðv. fótbóltsskúlanum við Stórá 2021

Ónsdag 11. august

Kl. 10:00 Innskriving byrjar – luttøkupakki verður útflýggjaður (Luttakarir, sum koma suður ónsmorgun, koma beinleiðis á vøllin og verða innskrivaði + fáa luttøkupakkan útflýggjaðan)
Kl. 11:00 Fótbóltsskúlin (og Craig) bjóða vælkomin og greiða frá skránni
Kl. 11:30 – 13:00 Venjing
Kl. 13:00 – 14:00 Døgurði í trimum bólkum
Kl. 14:00 – 16:00 Venjing
Kl. 16:00 Takk fyri í dag

Tórsdagin 12. august

Kl. 09:00 – 11:30 Venjing (fruktsteðgur kl. 10.30)
Kl. 11:30 – 12:30 Døgurði í trimum bólkum
Kl. 12:30 – 15:00 Venjing
Kl. 19:00 – 22:00 Hugnakvøld í skúlagarðinum við ymiskum spølum, diskotek, kiosk o.ø.
Kl. 22:00 Takk fyri í dag

Fríggjadagur 13. august

Kl 09:00 - 11:30 Venjing (fruktsteðgur kl. 10:30)
Kl 11:30 - 12:30 Døgurði í trimum bólkum
Kl 12:30 - 14:30 Venjing
Kl 14:30 Hugnaløta - Øll eru hjartaliga vælkomin til eina hugnaløtu í skúlanum, har m.a. prógv og medaljur verða handaðar

Øll verða biðin um at hava innanduraskógvar við, og at lata seg í eftir veðrinum.

G.G! Broytingar kunnu koma fyri.

Okur gleða okum til at taka ímóti tykum øllum.

Scroll to Top