Aftur í ár skipar TB fyri fótbóltsskúla við Stórá. Hettar er 17. ferðin, at TB skipar fyri fótbóltsskúla. Í fjør víðkaðu okur um skúlan bæði á og uttanfyri vøllin. Sum nakað nýtt var møguligt at bíleggja gisting, og skipað bleiv eisini fyri fleiri sosisalum tiltøkum aftaná fótbóltsskúlan. Hetta verður eisini í ár, og verður gistingin aftur í skúlanum í Trongisvági.
Fótbóltsskúlin í ár verður hildin 14.-16. august, og seinasta dagin verður skipað fyri fótbóltskappingum millum luttakararnar.
Sum altíð, so vera okra egnu, dugnaligu venjarir við á fótbóltsskúlanum, umframt at okur fáa ein útlendskan høvuðsvenjara til fótbóltsskúlan. Fyrr hava okur havt venjarar við spennandi royndum úr Real Madrid, Stuttgart osfr. Høvuðsvenjarar í fjør vóru danirnir úr Joga Bonito, ið løgdu dent á tekniska venjing við fintum og driblingum. Í ár hava okur fingið ein sera spennandi høvuðsvenjara til fótbóltsskúlan. Talan er um onglendaran Craig Dean, ið er Head of Recruitment hjá kenda enska stórfelagnum Leeds United!
Craig er ikki fremmandur her á staðnum, og TB viðhaldsfólk minnast kanska, at Craig spældi við TB kappingarárið 2002. Sum ungdómsleikari spældi Craig við Manchester United, og hann kom víða um á yrkisleið síni. Síðani hann gavst at spæla, hevur Craig millum annað verið partur av fótbóltsakademinum hjá Newcastle United. Nú starvast hann so hjá Leeds United, sum í løtuni stríðist fyri at vinna sær sætið aftur í Premier League. Talan er tí avgjørt um ein mann, ið hevur stórar royndir innan fótbóltsheimin, og okur gleða okum at síggja Craig aftur á Tvøroyri.
Luttakararnir fáa, sum vanligt, døgurða hvønn dag, og hjá teimum, sum velja at gista ísv. fótbóltsskúlan, verður møguligt at keypa morgunmat og nátturða. Pizzaria á Tvøroyri verðuropið hesar dagarnar, og sjálvandi fáa foreldur og onnur áhugað, leggja leiðina framvið hesar dagar, ein kaffimunn og ein kakubita við Stórá.
Uttanfyri vøllin verður aftur í ár skipað fyri ymiskum stuttligum, so sum barnadiskotek, og so er eisini avtala fingin í lag, at svimjihøllin á Tvøroyri verður opin teir dagarnar, fótbóltsskúlin er.
Allir luttakarar fáa eitt luttøkuprógv og ein pakka við einum fótbólti, t-shirt og øðrum góðum.
Fyri at tryggja, at øll fáa sum mest burtur úr fótbóltsskúlanum, hava okur avgjørt at avmarka luttakaratalið í ár til 150 luttakarar. Tí ræður um at melda til, áðrenn ov seint er.
Luttøkugjald:
U7-U9: 500 kr
U11 og eldri: 600 kr
Gisting:
2 nætur – børn: 100 kr
2 nætur – vaksin/ábyrgdari: 300 kr
Meira kann lesast um fótbóltsskúlan, og hvussu
tilmelding fer fram, inni á heimasíðu okkara:
https://www.tb.fo/fotboltsskulin/