Fótbóltsskúlin við Stórá 2020 er avlýstur

Vegna nýggju støðuni viðvíkjandi Corona í Føroyum, hava okur tikið avgerð um at avlýsa ársins fótbóltsskúla. Tað harmar okum almikið, at okur kenna okum noydd at avlýsa fótbóltsskúlan í ár, men í tráð við tilmælini frá myndugleikunum, meta okur, at hetta er tað skilabesta at gera.

Síðani Corona kom á vitjan í Føroyum í vár, hevur tað allatíðina verið okra ynski og vón at sleppa at gjøgnumføra fótbóltsskúlan. Tað hevur tó allatíðina verið í tonkunum, at fótbóltsskúlin mátti skipast undir so tryggum umstøðum sum gjørligt, og nú Corona aftur er farið at gera um seg her í landinum, meta okur ikki, at tað er ráðiligt at skipa fyri fótbóltsskúlanum í ár.

Fótbóltsskúlin er eitt hæddarpunkt í árinum fyri okum, ið fyriskipa, hjálparfólkum og ikki minst luttakarunum. Hvørt ár verður nógv lagt niðurfyri, so øll fáa ein so góðan og mennandi fótbóltsskúla sum gjørligt, og ikki minst hava góð minnir við sær heim aftur. Tær seinastu fyrireikingarnar vóru komnar undir land, og sóu okur framm til at taka ímóti øllum luttakarunum ónsdagin 12. august, tá skúlin skuldi byrja. Tí er sera hugstoytt at avlýsa fótbóltsskúlan í ár, men okur vóna at síggja øll aftur á fótbóltsskúlanum komandi ár.

Øll, sum hava meldað seg til Fótbóltsskúlan 2020 fáa ein teldupost, har tey fáa møguleika at velja millum at flyta teirra tilmelding til Fótbóltsskúlan 2021, ella at fáa luttøkugjaldið endurrindað.

Okur takka fyri áhugan og tilmeldingarnar í ár og vóna, at okur øll síggjast á Fótbóltsskúlanum við Stórá í 2021!

Scroll to Top