Fótbóltsskúlin við Stórá 2020

Nú ber til at melda sær til Fótbóltsskúlan við Stórá 2020!

Aftur í 2020 fara vit at hava vælumtokta Fótbóltsskúlan við Stórá. Í fjør vóru vit so heppin at fáa Craig Dean úr enska stórfelagnum Leeds United sum høvuðsvenjara á fótbóltsskúlanum. Og nú kunnu vit so avdúka at Craig kemur aftur at vera høvuðsvenjari á fótbóltskúlan í 2020.

Fótbóltsskúlin við Stórá 2020 verður hildin yvir tríggjar dagar, 12.-14. august.

Tað hevur verið útselt seinastu 2 árini, men fyri at tryggja at allir luttakarir skulu fáa eitt so gott upplivilsi sum gjørligt, hava vit at halda fast í at avmarka tað til 150 luttakarar í 2020 eisini.

Vit gleða okkum til at síggja tykkum til Fótbóltsskúlan við Stórá í 2020!

Jólagáva

Um tú ynskir at lata onkrum luttøku á fótbóltsskúlan í jólagávu, so viðmerkir tú tað í teldupostin, so senda vit eitt gávubræv aftur við navninum á luttakaranum. Klárt at prenta og leggja undir jólatræið.

Luttøkugjald og tilmelding

Luttøkugjald
U7-U9: 400 kr áðrenn 31.01.2020 (500 kr frá 01.02.2020)
U11-U15: 500 kr áðrenn 31.01.2020 (600 kr frá 01.02.2020)

Vinarliga flyt peningin á konto 6460-1754167 og viðmerk:
Navn og føðingardato: dd-mm-áááá á luttakara, t.d. 23-03-1996.

Send síðani ein teldupost til fotboltsskulin@tb.fo við fylgjandi upplýsingum:

  • Navn á luttakara
  • Føðingardato (dd-mm-áááá)
  • Telefonnummar
  • Seinni kontakta vit tykkum um std á luttakaratroyggju

Seinasta tilmeldingarfreist er 15.06.2020, men minnist til at avmarka pláss er!

Scroll to Top