Vit byrjaðu í dag okkara 1. deildar ár og var mótstøðan HB í Gundadali. Talan skuldi gerast um ein spennandi dyst við mongum málum.
Okkara menn byrjaðu soleiðis:
Ivan
Jákup – Martin – Teitur O – Eirikur
Jonhard – Rógvi – Heini – Teitur J
Aron – Arthur
Við hesum hevði Páll valt eina 4-4-2 uppstilling, sum TB ikki hevur traditión fyri at leika. Seinni var hetta eisini broytt til eina 4-5-1 / 4-3-3.
Dysturin byrjaði ikki væl, tí tá smáir 20. minuttir vóru farnir var støðan 2-0 til Havnar Bóltfelag og var tað fyrrverandi TB leikarin Poul Ingason, ið gjørdi tvey mál fyri teir reyðsvørtu.
TB leikarnir fingu so gongd á og tá hálvleikur varð, var støðan 2-2. Málini fyri TB í fyrsta hálvleiki vóru gjørd av Rógva og seinna málið var eitt sjálvmál av HB’ara. Í hálvleikinum gjørdi Páll av at seta Ragnar Tausen inn fyri Jonhard.
Eftir hesa innskifting vóru nakrar taktiskar broytingar framdar soleiðis at Ragnar fór fram í fremstu positión og Arthur og Aron tóku sær av hvør sínari síðu, Teitur Justinussen var settur aftur á miðvøllin saman við Rógva.
Okkara menn koyrdi á í øðrum hálvleiki og høvdu fleiri møguleikar tað fyrstu løtuna og eftir umleið 64 minuttum bragdaði. Eitt mál eftir eitt horna frá Heina, sum datt á yvirleggjaran og síðani fyri føturnar á Martini, sum kundi seta bóltin inn um strikuna til eina 3-2 leiðslu til okkum.
Hetta var ein uppiborin leiðsla til okkum og okkara menn, ið klárt høvdu yvirvágina yvir HB’arnum.
Tá eini 82 minuttir vóru farnir afturum fingu vit brotsspark og tað tók Teitur Justinussen sær trygt av og legði okkum framum 4-2.
Eitt sindur áðrenn málið frá Teituri fekk ein HB’ari sítt annað gula kort og var harvið sendur á vøllinum.
At enda megna HB tó at fáa eitt mál, men sigurin kom aldrin av álvara í vanda eftir at vit fingu leiðsluna. Páll framdi tvær útskiftingar aftrat, móti endanum av dystinum. Carl og Ragnar Joensen komu inn fyri ávikavist Heina og Arthur.
Saman um tikið ein frálíkur sigur í okkara fyrsta dysti, tá hugsa verður um, at vit vóru aftanfyri 2-0, tá stutt tíð var liðin av dystinum.
Einaferð TB, altíð TB!