Frálíkur sigur við Margáir

Flott mál og vit halda nullið í einum útidysti – deiligt! Spælið hjá okkum byrjar av álvara at líkjast og við Margáir í gjár varð spælt við hæl og tá.

Serliga 0-1 málið stendur fast í minninum sum eitt øgiliga gott mál. Eftir gott uppbygt spæl leggur Frank Able bóltin við hælinum bóltin fyri føturnar á Eiriki, sum knallar bóltin í kassan.

Hini bæði málini gjørdu Albert Adu og Frank Able í øðrum hálvleiki.

Samanumtikið má sigast, at talan var um ein dyst har vit vóru greitt omaná so at siga allan dystin. Ongantíð nakar ivi og Patrik, sum bar málmanshandskarnar í gjár, hevði onki stórvegis stríð burturúr tí, tá tað so er sagt, so var hann ikki heilt arbeiðsleysur, okkurt hendinga skot kom frá EB/Streym, men als onki sum nervaði hvørki Patrik ella TB leguna sum heild.

Merkisvert er kanska eisini, at tað vóru áleið líka nógvir TB fjepparir, sum EB/Streym fjepparir, so er spurningurin um tey hava givið upp longu á Sundalagnum…

Næst dystur verður á heimavølli har HB kemur suður sunnudagin 10. mai.

Regin í Lágabø debut

Umframt okkara vakra og góða spæl móti botnliðnum sunnudagin, so er vert at bíta merkið í at Regin í Lágabø fekk sínar fyrstu minuttir fyri besta liðnum hjá TB.

Regin er føddur 5. august 1998 og er harvið 16 ára gamal í verandi løtu.

Har við er talan um ein ungan og sera evnaríkan leikara, ið bankar uppá dyrnar til besta liðið. Umframt Regin eru eisini tveir aðrir ungir dreingir skrásettir á dómaraseðlinum í ár. Hávar Albinus og Boas Nitschke, sum tó ikki hava fingið teirra fyrstu minuttir fyri besta liðnum enn.

Fyrsti triðingur farin

Nú fyrsti triðingur er farin er uttan iva vert at hyggja eitt sindur eftir støðuni og gera eitt legd aftur í Faroesoccer og vita, hvussu sá út seinastu ferðirnar vit hava verið í Effodeildini.

Vit hava sum nevnt leikt níggju dystir. Seinastu ferðirnar vit vóru í bestu deildini var í 2013, 2012, 2005.

Eftir níggju dystir sá soleiðis út:

2015: 11

2013: 10

2012: 12

2005: 12

Sostatt er ikki talan um nakra metgóða byrjan, men óhepni hevur eisini rakt okkum meint – um vit vóru eitt vet heldigari, so høvdu vit 6 stig fleiri.

Scroll to Top