Framvegis ósigraðir!

0-0 á Eiðinum.

Tað er altíð undirhald tá VB, Sumba/VB, VB/Sumba ella FCS og TB møtast. Hetta eru dystirnir, ið øll oyggin gleðir seg til. Tað er líkamikið, hvar liðini eru á stigatalvuni.

Intensiteturin var í topp.Hagbert stillaði við sterkastu byrjunar uppstilling. Ivan í mál. Jónhard og Teitur Olsen í miðverjuni, á bakkunum vóru Ragnar og Brimstrond. Arthur og Patrik vóru á vengrunum, og Rógvi, Heini Mikal og Heine Mortensen vóru á sentrala miðvøllinum. Aron Sørensen var einsamallur í álopinum. Fyrri hálvleikur byrjaði væl fyri TB, liðið var omaná fyrstu góðu 5 minuttirnar, men so byrjaði at ganga hinvegin. FCS legði trýstið høgt á TB-hálvuni. Okkara menn høvdu ilt við at fóta sær, og einamest bleiv bólturin sparkaður miðleyst frameftir vøllinum í ongamannaland, har Aron og serliga Patrik høvdu eina ómøguliga uppgávu. Sum heild var lítið skil á báðum liðunum. FCS hevði ein lítlan mun, og burtursæð frá einari vandamiklari roynd úr spískum vinkli, var onki at skriva heim um. TB kom eitt sindur betur í dystin seint í hálvleikinum, og liðið megnaði at fáa fleiri enn 5 samanhangandi avleveringar fleiri ferðir. Tað kundi tykjast, at høga leikferðin sum FCS legði út við tók teir aftur um brekku nú fyrri hálvleikur endaði. 0-0 í hálvleikinum.

Hagbert gjørdi onkrar skilagóðar skiftingar og taktiskar broytingar. Venjarin valdi at skifta Ragnar út fyri Petur. Kanska einamest tí, at Petur hevði ein góðan seinna hálvleik móti B36, og at hann er rímuliga gjøgnumbrotssterkur á bakkinum. TB legði út sum eitt óløgið beinanvegin. Teir høvdu 2 sera vandamikil hornaspørk, men tað var eftir 3. hornasparkið, at okkara menn vóru um reppið at skora. Rógvi smekkar bóltin í fimmmeturin, har ein TBari skallar bóltin á bakið á einum FCS leikara, men ólukkutíð endaði hann á tvørtræðnum. FCS vóru heldur ikki heilt vandaleysir, men tað blivu bert til góð skot útifrá, sum Ivan tók sær av, umframt onkur óvandamikil hornaspørk eisini. Rógvi Joensen mundi skorað tá einir 60 min. vóru farnir. Hann fær bóltin eitt sindur heppið í brotsteiginum, men vinkulin blívur ov spískur og heldur enn at plasera bóltin fer hann eftir styrki, og spakar bóltin beint á málverjan í tveimum umførum. Ta einu ferðina fekk Rógvi brádliga ein retur, men hann var ikki nóg árvakin fyri at skora.

Verjan hjá okkum var nú ikki heilt lítaleys. Hon lá nakað langt uppi og tvingaði Ivan á ein ”kajtúr”, har hann ikki náddi bóltinum, FCS leggur eitt flatt innlegg útfrá, men tað er ov langt úti at skora hjá teimum og onki spyrst burturúr.Rógvi, sum var ein sonn frægd fyri eygað í seinna hálvleiki, var allastaðni. Hann var í hvørjum nærdysti, vann ein hóp av fríspørkum og dýkti á FCS-verjuna við góðum pressspælið. Hann átti av sonnum at skora, tá hann móttekur eina fríspæling handan verjugarðin hjá sunnanmonnum, men heldur enn at skjóta fyrstu ferð, tekur hann eitt trekk og málmaðurin verjir væl fyri.TB hevði nógvar vandamiklar deyðbóltar,sum áttu at givið mál.

Okur hava góðar skjúttar, men tað er sum um at tað seinasta manglar. Teitur Justinussen var tann stóri brennivargurin, hann kom inn í seinna hálvleiki fyri Patrik. Fyrst fær Teitur ein bólt serveraðan á silvurfati frá Aron, men bólturin endar í síðunetinum. Síðani spæla Rógvi, Arthur og Petur sera væl í einum hegnisligum trýkanti í vinstru síðu, har Petur leggur ein sukurbólt til Teit, sum leypur í innleggið, men málverjin bjargar enn einaferð væl. Heilt móti dystarenda átti Teitur at havt skora. Fríspark er til TB í vinstru síðu. Bólturin kemur væl móti málinum, har tann kaldasti maðurin í felagnum, Teitur, fær bóltin. Heldur enn at gera sum hann altíð ger – at verða kølin og trilla slíkar møguleikar í kassan – buldrar hann bóltin í krovið á einum vágbingi á strikuni. Tað hendi ikki tað stóra eftir hetta, og dysturin endaði sum hann byrjaði: 0-0!

 

Vit takka Mortan fyri dystarfrásøgnina og Bjartur Vest fyri myndina.

Scroll to Top