Fuglfirðingar koma suður

Tað verður ein uppgerð millum mastodantarnar tá tað kemur til pelagiska vinnuna í Føroyum, tá fuglfirðingar koma suður til Stórá. Tó verður ikki talan um pelagiskan klandur um kvotur og makrel, men ein uppgerð millum tvey av liðunum sum liggja í miðjuni av stigatalvuni.

Fuglfirðingar hava í løtuni 10 stig og liggja á einum 5 plássið, vit liggja nummar 7 við 7 stigum. Fuglfirðingar hava í miðvikuni leikt móti Víkingi í steypakappingini og endaði tann dysturin bleiv avgjørdur eftir longdari leiktíð. Víkingur vóru á odda 2-0, men síðani kom gongd á  Fuglfirðingar, teir javnaðu til 2-2 og so var farið í longda leiktíð. Hon byrjaði við einum málið til ÍF og hendan støðan helt sær so at siga líka til 120. minutt, tá megnaði Víkingur at javna og sostatt skuldi brotssparkskapping til at avgera dystin. Hon endaði við at Víkingur vann, sostatt vórðu steypavinnararnar seinastu trý árini víðari til hálvfinaluna.

Sostatt kann sigast, at fuglfirðingar koma við einum betri leikformi, men samstundis mugu vit vóna at grannauppgerðin, ið vardi 120 minuttir, millum teir og Víkingar hevur møðt teir alsamt. Ein drúgvan túr um suðuroyarfjørð seinni, so eru orkugoymslurnar vónandi tómar og vit kunnu gera okkum dælt av hesum.

Á ÍF liðnum eru tveir vælkendir mans her á Tvøroyri, annar er venjarin Aleksandar Jovovic, meðan hin er Predrag Markovic, sum er málverji hjá Fuglfirðingum. Báðir hava leikt við TB áður, Jovovic í 2005 og Pedja (Predrag) í 2005-6 og so aftur í 2013.

Seinasti dysturin vit leiktu var eisini við Stórá og tá vóru tað Víkingur sum streyk av stað við 1 stig meira enn vit høvdu ynskt, tí vit vóru á odda líka til 92. minutti. Hetta vísir tó, at ongin skal koma suður og væntað at fara heim við øllum stigunum uttan eina mergjaða mótstøðu.

Dysturin verður við Stórá klokkan 15:00 sunnudagin 26/4.

Scroll to Top