Tvøroyrar Bóltfelag er, eins og øll onnur feløg í Føroyum, sera meint rakt av átøkunum fyri at tálma útbreiðsluni av koronavirusinum. Landskappingin í Betri-deildini er vorðin útsett og venjingin, ið so málrættað er bygd upp síðan ársbyrjan, er nú í vanda fyri at fara fyri bakka.
Venjari og leiðsla hava tí gjørt av, at skipa venjingina eftir teimum umstøðum, ið nú einaferð lata seg gera. Leikarar fáa í stóran mun boð um, hvat venjarin ynskir teir skulu venja heima og samstundis verður skipað fyri venjingum í smábólkum, inni við Stórá.
Leikarar møtast í bólkum, ið ikki fara yvir tað, ið heilsumyndugleikararnir mæla til. Møtt verður beinleiðis á vøllinum, tí húsið við Stórá er stongt. Venjingin verður løgd soleiðis til rættis, at leikararnir alla tíðina halda tilmældu frástøðuna. Til ber at renna, hava skotvenjingar og annað tílíkt, uttan at bróta tilmælini. Eftir venjingina fara leikararnir beinleiðis heim til sín sjálvs.
Tvøroyrar Bóltfelag sendir hesa kunning út nú, soleiðis at fólk vita, at hóast aktivitetur sæst á vøllinum av og á, so verður alt gjørt fyri at fylgja tilmælunum frá heilsumyndugleikunum.
Við ítróttarkvøðu og inniligari vón um, at føroyingar sleppa so snikkaleysir burturúr keðiligu støðuni sum gjørligt.