Fýra mans á U19 og U21

TB hevur av álvara fingið fótin inn um á ungdómslandsliðini, og nú eru tveir leikarir á U19 og tveir á U21.

Talan er um teir fýra ungu fýrarnir Teitur Olsen og Poul Ingason, sum skulu við U19 og so Rógvi Joensen og Teitur Justinussen á U21.

Teir báðir Teitur eru báðir nýggjur menn á hesum báðum landsliðunum. Báðir hava í ár víst sera góðar taktir og hava teir leikt á hvør sínum bakkplássum í Effodeildini í ár.

Umframt teir báðar, so eru Rógvi og Poul úttiknir – báðir hava áður verið úttiknir og hava gjørt tað so mikið væl at tað hevur ført við sær eina endurúttøku.

Ein annar TB’ari, sum eisini er úttikin til U21 er Gilli Sørensen, sum seinast teir leiktur skoraði fyri Føroyar.

U19 landsliðið skal luttaka í EM-undankapping í Makedonia í døgunum 2. til 12. september.

U21 skal eins og A-landsliðið spæla móti Týsklandi á Tórsvølli. Hesin dysturin verður 6. september.

Hjartaliga til lukku allir fimm.

Scroll to Top