Fyrra hálvár 1.deild – eftirmetingar

Næstbesta TB-liðið megnaði við bit og slit og við einum sera góða endaspurti at spæla seg úr 2. deild og upp í 1. deild í 2013.

Ein kundi ikki rættiliga gera sær nakrar vónir áðrenn kappingina, tí støðið er munandi hægri í 1.deild, og av tí sama, so verða útlitini altíð bert yvirliving hjá uppflytarum.

Sjálvur haldi eg, at tað flott at TB hevur umboð í Effo og í 1.deild, hetta hevur samstundis við sær, at botnstøðið í felagnum hækkast tilsvarandi, tí okkara næstbestu fáa størri avbjóðingar, og venjarin hevur eisini frælsi til at flyta leikarar millum deildirnar báðar.

Nú 17 dystir av 27 møguligum eru leiktir, liggur TB á einum áttanda plássi við 16 stigum. Undir teimum liggja EB/S og B71 við 14 stigum hvør. Kappingin er hørð og tað vísir seg, at botnliðini saktans kunnu vinna á teimum góðu liðunum, men tað skilst á øllum brøgdum, at um lív skal verða TB lagað í deildini, so má TB fáa hjálp frá bonkinum hjá Effo-liðnum. Tað hevur verið trupult, at umseta spæl til møguleikar, og tískil hevur tað verið ilt við at skora mál. Tað er serliga á heimavølli, har TB ikki í nóg stóran mun hevur megnað at fingið stigini til høldar.

Sum heild kunnu okur siga, at okur eru nøgdir við fyrru helvt. Eitt áttanda pláss er góðkent avrik, men tað mugu aðrir bollar í súpanina, um fleiri stig skulu á kontoina. Úrtøkan seinastu umførini hevur verið syndarlig. Bert ein kærkomin skriviborðssigur er komin til høldar móti KÍ í sjey teimum seinastu dystunum.

ME

Scroll to Top