Fyrra hálvár Effodeildin – eftirmetingar

TB byrjaði kappingina sera illa. Okur taptu stórt móti 07Vestur og KÍ, og vóru hepnir at fáa eitt stig í fyrsta heimadystinum móti NSÍ.

Men so byrjaði at bragda, teir nýggju leikararnir fóru at spæla betur, verjuspælið kom í serflokk og okur skaptu hópin av málmøguleikum. Spakuliga otaði TB seg úr botninum og endaði í einum trunka við fleiri liðum. Hesin góði stimi endaði eins brádliga og hann byrjaði, og TB tykist at verða uppsteðgað, nú summarferian er við at verða av. Vónandi hava menn løtt sær battaríini og koma við góðum treysti og áræði inn í seinnu helvt.

Í skrivandi løtu liggur TB á einum sjenda plássi við 16 stigum, Víkingur hevur sama stigatal, men AB er við at fáa kontakt aftur og við 12 stigum hava teir veruliga fingið vind í seglini í seinastuni.
Eitt, sum hevur eyðkent TB í ár, eru teir nógvu javnleikirnir. Av hesum dystum eru tað serliga mistu stigini móti B36, ÍF og KÍ sum fella okkum fyri bróstið. TB átti av røttum at fingið fulla úrtøku hesar leikdagarnar, men fótbóltur er einaferð fótbóltur, og bólturin er og verður rundur, fyri at brúka eina gamla klisje.

Um okur samanbera støðuna eftir 15 umfør í 2013 við 2012, so hevði TB 18 stig seinasta ár. Málúrtøkan í 2012 var, 19 vunnin mál og 23 tapt. Í 2013 er hon 13 vunnin mál, og 20 mál eru farin ígjøgnum hjá Ivan Stojkovic.

Av teimum 12 dystunum, ið eru eftir, fara okur at leika 5 við Stórá, og 7 ferðir skulu okur uttanbýggja. Fyrsti dysturin verður komandi vikuskifti í Fuglafirði, tann næsti verður í Gøtu og síðan kemur krútsterka HB-liðið á vitjan. Hetta er ikki ynskimótstøða, nú gongdin ikki hevur verið so góð, men ein má spæla móti øllum liðunum, so tað kann fyri tann saks skuld gera tað sama.

Onki lið er enn flutt niður við færri enn 25 stigum, megna okur at skava okkum 12 stig saman í 12 umførum, so eiga okur reint hagtalsfrøðiliga sæð at standa okkum í deildini. Hetta er ikki ómøguligt, tí okur hava enn ein dyst móti AB heima, og skulu vestur í Vágar at spæla móti 07vestur, ið fullkomuliga eru falnir í fátt.

Tá ein stuðlar TB, má ein fyrireika seg til at bíta negl og sita á pínubonkinum til allarseinasta dómarabríksl. Okur hava lyndi til at skapa ov stóran og óneyðugan spenning í kappingini.

ME

Scroll to Top