Í dag komu fyrstu stigini á kontoina, tá okur spældu 0-0 ímóti Víkingi í Gøtu. Dysturin kann samanumtikið kallast at vera rættuliga tamur, tó so vóru fleiri málmøguleikar. Tann fyrsti kom longu í fyrsta minutti, tá Poul Ingason kundi havt sjokkstarta dystin.
Hetta var annars TB liðið, sum byrjaði dagsins dyst
M. Joensen
Bruhn – Ndende – Møller – Armah
Samudeen – Godtfred – Wøldike Leo – Thorsteinsson
R. Joensen
Ingason
Bonkurin: Bærendsen, Kroner, Raben, Albinus, Midjord og Johannesen
Annars hevði John Villi ein góðan møguleika eftir umleið 15 minuttum, men onki broyttist á máltalvuni til Gaardbo bríkslaði til hálvleiks.
Í øðrum hálvleiki vóru aftur nakrir møguleikar, millum annað hevði Rógvi ein størri møguleika eini sjey minuttir inni í øðrum hálvleiki. Samudeen kundi um hepni var við honum eisini havt plaffa bóltin í málið, men ein Víkinga-verjuleikari stóð fyri eftir eina hornastøðu.
Ímóti endanum av dystinum var trýstið í botni, Víkingur legði høgt press, men onki spurdist burturúr. Harvið kunnu okur skrivað fyrsta stigið inn á kontoina í ár.
Annars má sigast, at har vóru løtur í dystinum har TB smáspælið riggaði sera væl og er onki at ivast í, at John Villi er ein sentralur leikari í hesum spælinum.