Fyrsti dystur gav eitt stig

TB byrjaði fótbóltsárið 2015 á heimavøllinum við Stórá, har KÍ var komið suður. Tá hugsað verður um at dysturin var leiktur longu 1 mars, so var veðrið útmerka til fótbóltsleik. Eitt lítið kalt lot var úteftir vøllinum.

Teir umleið 200 áskoðararnir sóu ein heldur taman dyst, har liðini áttu hvør sín hálvleik. KÍ var klárt betra liðið áðrenn hálvleikssteðgin meðan TB hinvegin var betra liðið eftir steðgin.

TB, sum í fyrra hálvleiki vardi eystara málið, byrjaði við Ivan í málinum, íslendinginum Andri á vinstra bakki, Teitur J. høgribakkur og Martin T. og Teitur O. í miðverjuni. Á miðuni vóru Heini M. M., Heine M. og Rógvi J., vinstri vongur var Eirikur M. meðan høgri vongur var Patrik J. Heilt fram lá so nýggi áleyparin Albert Adu.

Annar íslendingurin Reynir, sum hevði onkran smá snudd sat á bokninum saman við Carl B., Ragnar J., Arthur P. og Jákup T.

KÍ byrjaði dystin betri og hevði bóltin væl meira enn heimaliðið. Teir komu fleiri ferðir til baklinjuna og fingu nøkur vandamikil innlegg. Tó megnaðu teir ikki at koma fram til máltjansir. Tá virkaði sum um TB’arnir ikki høvdu fingið rætta beini úr songini og spæli hekk als ikki saman. Tað endaði oftast við einari langari avlevering fram eftir vøllinum og so varð vóna uppá tað besta. Samanum tikið hendi ikki serliga nógv í fyrra hálvleiki uttan tá KÍ legði seg framum 1-0. KÍ vann sær hornaspark sum endaði við, at Atli Danielsen gjørdist púra fríður og skallaði klaksvíksingar frammum. At Atli kundi standa so leysur við aftaru stong, og eini 3 m til nærmasta TB leikara, sá undarligt út. Stutt sagt sera vánaligt vart.

TB fekk ein risa møgulika at javna, tá sera kviki Adu bardi seg fram til ein dupult møguleika men KÍ málverjin Meinhardt Joensen vardi meistarliga og tí vóru klakvíksingar á odda 1-0, tá Petur Reinert floytaði til hálvleikssteðg.

Seinni hálvleikur var ikki meir enn byrjaður, tá dómarin hevði reyða kortið á loftið og vísti TB leikaran Adu av vøllinum og aftur í umklæðingarrúmi. Hvat Adu gjørdi og grundina til reyða korti er torført at skriva um, tí hvørki greinaskrivarin ella teir, ið stóðu rundanum sóu Adu gera nakað ólógligt.

Tey sum nú væntaðu at TB fór at fella í fátt, blivu helst bilsin, tí einasta reyða korti viðførdi var at TB sett ferðina upp og herjaðu frameftir í royndini at fáa javnandi málið. KÍ liðið tóktist heilt tikið av bóli av broytta TB liðnum og fekk onki at rigga. TB venjarin Páll Hagbert gjørdi eisini ein sera klóka avgerð, tá han valdi at seta Arthur P inn á miðvølllin og hatta ávirkaði dystin almikið. Maðurin, ið fyrr er samanborðin við Manfred úr Ice Age, sum uttan iva hevur nógv longsta innkastið í Føroyum, setti seg rættiliga ígjøgnum á miðvøllinum og KÍ leikarnir nærum fullu í fátt av prúa Sevmýrismanninum. Arthur kastaði hópin av innkøstum líka inn í brotsteigin hjá KÍ og hetta gav fleiri vandamiklar støður. Martin T bleiv fluttur úr verjuni og fram á miðvøllin, tá íslendski Reynir kom á vøllin við umleið 20 min eftir at leika. Martin T, sum jú kendur sum harður hundur legði tó so mikið fyri í sínum spæli, at dómarin metti at hann hevði uppborið tvey gul kort innan 2 minuttir og harvið mátti Martin sama veg sum Adu og í skiftirúmi áðrenn tíð.

TB fall tó ei heldur í fátt hesu ferð og kempaði víðari við lív og sál. Sjálvt um TB ikki megnaði at fáa bóltin í KÍ málið, so bleiv støðan 1-1 tá 10 min vóru eftir at leika. KÍ hevði bóltin tá verjuleikari legði bóltin aftur til málverjan. Sjálvt um eingin vandi var á ferð, so endaði avleveingin í KÍ meskunum, tí bólturin, ið uttan iva hevði sympati við TB liðnum, vildi ikki steðgast og hoppaði tí uppum fótin hjá Meinhardt og í málið. Ein sera løgin hending og heilt sikkurt eitt Youtube hitt í tunga klassanum, um onkur leggur tað á netið.

Eftir hetta royndi KÍ at trýsta longri frammi á vøllinum og kom eisini til onkrar hálv vandamiklar royndir, tó uttan at tað eydnaðist at fáa málið og tískil endaði dysturin við einum málið og einum stig í part.

Eitt sera flott avrik av heimaliðnum, tá hugsað verður um tey bæði reyðu kortini meðan nýggi KÍ venjarin, Mikkjal Thomasen, man ikki vera nøgdur við avrikið hjá sínum monnum í dag.

Eftir dystin vóru flestu áskoðararnir samdir um at hóast dysturin ikki var serliga hart leiktur, so gav dómarin heilt 9 gul og 2 reyð kort. Uttan at virka útspillandi móti dómarinum, so var hetta við til at skapa ein sera óneyðugan keðiligan stemmning rundanum vøllinum og serliga tá flestu kortini blivu givin til heimaliðið. Púra óneyðugt av dómarinum at seta seg sjálvan í fokus á slíkan hátt.

Um TB liðið hvønn dyst vísur slíkan vilja sum okur sóðu í dag, so fer liðið at standa seg væl í Effodeildini í ár, tað er heilt sikkurt.

Einaferð TB, altíð TB!

JRS

Myndina til greinina hevur fryntiligi klaksvíkingurin, Símun á Høvdanum lænt okkum.

Scroll to Top