betrideildin

Fyrsti heimadystur í ár

So er endiliga tíð til fótbólt í bestu mansdeildini við Stórá aftur. Hetta hevur verið ein drúgv tíð og tíbetur vóru tilmælini frá myndugleikunum, at bert fyrsta umfarið skuldi spælast uttan áskoðarar.

Í dag er dystur við Stórá klokkan 14:00, tá føroyameistararnir úr Klaksvík koma á vitjan. Bæði liðini taptu fyrsta dyst og er tí ongin ivi, at talan verður um dyst har bæði liðini fara at gera alt tey kunnu fyri vinna. TB hevur eisini júst havt føðingardag, 128 ára gamla felagið og leikararnir ætla sær at geva fjepparum eina góða uppliving og føðingardagsgávu.

Nú áskoðarar kunnu sleppa til dyst aftur, so hevur FSF latið gjørt nakrar leiðreglur til feløgini. Harumframt hevur Tvøroyrar Bóltfelag eisini gjørt eina ætlan fyri áskoðarar í hesum døgum. Les tilmælini niðanfyri og gevið teimum ans, tá tit koma til Stórá í dag og framyvir.

FSF leiðreglur

  • Um áskoðari er sjúkur er viðkomandi heima og møtir ikki til dyst. Um viðkomandi ivast, er man eisini heima.
  • Sjúkutekin: Fepur, ilt í hálsinum, hosti, trongd.
  • Heimafelagið hevur ábyrgd av at skipa áskoðarar í bólkar upp á í mesta lagi 100 fólk, við týðuligari avmarking ímillum bólkarnar. Við hvørja inngongd verður ein hondspritt-haldari settur.
  • Áskoðarar eru í sama bólki allan dystin. Hvør bólkur hevur egna inngongd, útgongd og atgongd til WC, so bólkar ikki blandast áðrenn og aftaná dyst. Hetta fyri at lætta um eina møguliga smittusporan.
  • Á áskoðaraplássunum sita áskoðarar á øðrumhvørjum stóli, og onnur hvør rekkja er tóm.
  • Mælt verður til at skipa sølu av atgongumerkjum soleiðis, at tað slepst undan bíðirøðum.
  • Heimafelagið hevur ábyrgd av at kunna áskoðarar (yvirlit á heimasíðuni, facebook e.l.) um, hvussu bólkarnir eru skipaðir og hvørjar inngongdir eru.
  • Heimafelagið setir hóskandi tal av vaktarfólki til hvønn bólk, sum tryggja at tilmæli um frástøðu og tal av áskoðarum verða hildin.
  • Møgulig søla av kaffi o.ø. skal verða í hvørjum bólki sær, so fólk ikki blandast ímillum bólkarnar
  • Heimafelagið setir ein trygdarovasta, sum hevur hægstu ábyrgd av áskoðaraviðurskiftum og skal tryggja at hesar leiðreglur – serliga tal av áskoðarum í hvørjum bólki – verða fylgdar.
  • Eitt ljóðbrot, við áminning um at halda leiðreglur (útflýggjað av FSF), skal spælast í hátalaranum áðrenn dystarbyrjan, beint áðrenn hálvleiksteðgin, tá seinni hálvleikur byrjar og móti dystarenda.

Leikvøllurin við Stórá og økið kring vøllin

Stórá er nú býtt upp í fimm økir: Gult, blátt, reytt, grønt og appilsingult. Áskoðarar verða vístir til ávíst øki og skulu halda 1 meturs frástøðu. Sí mynd niðanfyri.

Heitt verður eisini á hjá áskoðarum, at umhugsa um til ber at lata bilin standa heima, tí bilasølustevna er við ítróttarhøllini og tí kann væntast at trupult verður at fáa parkeringspláss til allar bilar.

Scroll to Top