Fyrsti heimadystur

Tíðin er nú komin til at okkara leikarar fara at trína inn á vøllin við Stórá fyri fyrstu ferð í ár í 1. deildar høpi. Mótstøðan er liðið, ið saman við okkum flutti niður úr Effodeildini, 07 Vestur, ið leggur leiðina suðurum leygardagin.

07 Vestur fingu, eins og vit, ein sigur í fyrsta dystinum, men enn er ilt at siga, hvussu teir eru fyri, men hugsandi er, at teir vera ein av avbjóðarunum til uppflyting í Effodeildina.

Seinasti dysturin hjá okkum byrjaði heldur trilvandi og vóru vit aftanfyri við tveimum málum eftir smáum 20 minuttum, men so vendist og gongd kom á okkara leikarar, sum fingu javna áðrenn farið var til hálvleiks og eftir steðgin sótu vit so at siga á øllum dystinum. Endaliga úrsliti bleiv sum flestu kunnugt ein 3-4 sigur til okkum.

Undir hesum dystinum royndi vit okkum við ymiskum taktikkum, lagt var til brots við einum 4-4-2, men sum tíðin gekk gjørdu Páll og Karl av at skifta til ein 4-5-1, har Ragnar Tausen kom inn frá byrjan av øðrum hálvleiki og leikti sum fremsti maður.

Í fjør, tá megnaði 07 Vestur at vinna báðar dystirnar í Vágunum, men her í Trongisvági var als ongin ivi um, hvat betra liðið var. Satt at siga fingu vágamenn ikki eitt bein til jørðina hendan dagin og vóru TB’arnir rættuliga dominerandi.

Vónandi fáa vit endurtikið góða úrsliti móti 07 Vestur á heimavølli!

Hendan vikan hevur felagið aftur verið í brennideplinum í miðlunum, men okkara vón er, at nú verður tað ítróttarligi parturin, ið fer at gera um seg av álvara.

Live Tweeting

Eftir frálíkar afturmeldingar viðvíkjandi okkara Live Tweeting av dystinum móti høvuðsstaðarfelagnum HB, so fara vit at royna okkum enn eina ferð.

Til ber at fylgja dystargongdini á okkara almenna Twitter-profili @TB1892 frá umleið 14:50, t.e. 10 minuttir áðrenn dystarbyrjan.

Vit kunnu leggja afturat, at neyðugt er ikki at tit gera tykkum ein Twitter-profil fyri at fylgja dystargongdini, tí TB-profilurin er almennur, so tað einasta tit skulu gera at opna TB á Twitter í kagan og so er klárt at fylgja dystargongdini leygardagin.

Dysturin byrjar klokkan 15:00

Einaferð TB, altíð TB!

Scroll to Top