Fyrsti sigurin í hús

Fyrsti sigurin kom í hús í dag, tá vitja var á Skála. Hetta eru trý sera kærkomin stig. Heimaliðið Skála var annars mest at sammeta við eitt KÍ-lið sambært frásøgumanninum so nógvir Klaksvíkingar vóru á appelsingula liðnum.

TB byrjaði dystin í dag soleiðis:

M. Joensen
Kroner – Møller – Ndende – Armah
Johannesen – R. Joensen – Godtfred – Wøldike – Raben
Ingason

At byrja við var talan um toli TB spæl, vit vóru nógv á bóltinum fyrstu løtuna, men tað bleiv ikki serliga hóttandi mótvegis Skála-málinum.

Ein av teimum fyrstu møguleikunum kom í 11. minutt eftir at Rógvi gjørdi eina frálíka diagonala avlevering til Raben, sum skýtur beint við síðunar av.

Annars kann sigast sum heild at Skála royndi av og á at pressað høgt, men TB spæla sum heild róligt spæl, næstan eitt sindur ov róligt av og á við Meinhardti sum aftasta skansa. Meinhardt er tó ein góður bóltspælari, so har er sum oftast ongin orsøk til nervøsitet.

Dagsins detalja kom í fyrsta hálvleiki, tá Ndende var eitt sindur óplaseraður eftir langt útspark frá Skála-málmanninum, men okkara royndi miðverji tók bara bóltin við hælinum og gjørdi eina perfekta avlevering til annan í svørthvítum.

Tíverri var dysturin annars ikki so væl spældur, har vóru nógvar feilavleveringar og temjingar sum miseydnast, møguliga vøllurin, sum at síggja toktist vera ójavnt vandaður, spældi inn.

Annars byrjaði at taka meira yvir sum hálvleikurin gekk og fáa spælið longur fram.

Aftaná 31 minuttir hevði Skála bóltin í málinum. Koks í TB-verjuni og ein miðverji hjá Skála er knappliga fremsti maður, hann skýtur, men Meinhardt bjargar. Ein Skála maður kundi senda returin í málið, men tíbetur var flaggið hjá hjálpardómaranum uppi, offside.

Seinasti møguleiki í fyrsta hálvleiki fekk Nikolei eftir horna, men hann skallaði uppum.

Fyrsti kjansur var eitt fríspark hjá Raben í 51. minutti, eftir at hann sjálvur bleiv feldur beint uttan fyri 16-meturin. Skeyt hart og flatt, men málmaðurin bjargaði, tíverri var ongin TB’ari klárur uppá returin og Skála kundi rudda vekk.

Fyrsta útskifting: Nikolei út og Einar inn.

Løtu seinni sleppur Armah í gjøgnum vinstrumegin og inn til Raben, sum fær blokerað sítt skot. Eftirfylgjandi hornaspark skorar TB, tá Ndende skallar bóltin í kassan.

Skála royndi at svara aftur, millum annað eitt rimmarskot, sum Meinhardt tók eftir 63 minuttum. Eftir 68 minuttir vóru aftur boð eftir Meinhardti, sum av sonnum hevur verið ein tryggur skansi hjá okkum.

Poul rakar stongina eftir innlegg frá Kroner í 77. minutti. Poul aftur við einum skallara ein minutt seinni eftir fríspark frá John Villi, men málmaðurin tók bóltin lættliga.

Rógvi fór út og Bruhn kom inn í 82. minutt. Nakað av tí fyrsta Bruhn gjørdi var eitt innlegg til Poul, sum ikki fekk rakt hann serliga væl við høvdinum, eitt annars fínt innlegg sum tíverri ikki gjørdist serliga vandamikið.

Skála satsar meira sum tíðin rennur undan, Pætur Dam Jacobsen verður fluttur frá verjuni upp á miðjuna. Hetta gevur TB meira pláss at spæla á.

Í 90. minutt gerst Raben púra einsamallur við málmannin, málmaðurin bjargar skotinum og so skallar Poul returin upp um. Av onkrari orsøk dømir dómarin straffi. Poul verður settur at skjóta og hann legði hann í málið – hann sendi málmannin skeivan veg.

2-0 og fyrsti sigurin er í hús. Við hesum sigrinum eru vit nú á 8. plássið við fimm stigum.

Einaferð TB, altíð TB!

Scroll to Top