Níggju dystir eru farnir av Effodeildini og har við man tað vera passandi við einari samanbering við undanfarnu árum í Effodeildini. Útgangstøðið eru tey ár vit hava verið í Effodeildini frá og við 2012. Hyggja vit reint eftir tal av stigum, ið vit hava ogna okkum, so er hetta fátækasta byrjanin. Sum tað sæst á talvuni niðanfyri so hava vit fingið átta stig eftir níggju dystir, hóast hetta so liggja vit á einum áttanda plássið, hetta er sæð áður, eitt nú 2013 – hetta árið endaði tíverri við einari niðurflyting.
Ár | Nr | V | J | T | VM | TM | MM | Stig | VM / D | TM / D | Mál í alt |
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
2012 | 7 | 3 | 3 | 3 | 11 | 13 | -2 | 12 | 1,22 | 1,44 | 24 |
2013 | 8 | 2 | 4 | 3 | 9 | 15 | -6 | 10 | 1,00 | 1,67 | 24 |
2015 | 6 | 2 | 5 | 2 | 13 | 12 | 1 | 11 | 1,44 | 1,33 | 25 |
2016 | 8 | 2 | 2 | 5 | 6 | 14 | -8 | 8 | 0,67 | 1,56 | 20 |
Eitt annað ið ger seg galdandi er, at vit hava í hesum fyrstu níggju dystunum ikki fingið gongd á málskjótingina, ið bert hevur givið okkum seks mál í hesum fyrstu dystunum og harvið er málmunurin eisini hin ringasti við -8 málum. Áðrenn vit komu til sætta umfar og møta ÍF við Stórá er verjan tann besta í deildini, men síðani eru munandi mál gjørd í dystum okkara – undan ÍF dystinum vóru samanløgdu málini í dystum okkara fimm í talið, meðan tað eftir sættu rundu hava verið fýra dystir við samanlagt 15 málum.
Hyggja vit eftir leikarunum, sambært Faroesoccer hagtølum, so eru fýra leikarir sum hava leikt samfullar minuttir. Teir eru Joslain Mayebi, Albert Adu, Teitur Olsen og Ndende Guéye. Umframt hesar fýra eru Salmundur Bech tveir minuttir frá fulla leiktíð.
Absalon Eliasen og Rógvi Joensen hava verið darvaðir av skaða í hesum fyrstu dystunum, Absalon er nústaðni komin fyri seg og hevur fingið sínar fyrstu minuttir í svørt-hvítu troyggjuni. Rógvi hinvegin byrjaði væl og skeyt tvey mál í teimum fyrstu dystunum, meðan hann í seinastuni hevur verið nógv darvaður og mátti í dystinum móti Skála lata seg skifta út vegna skaða í lærið. Hesin skaðin kann møguliga halda Rógva uttan fyri vøllin í longri tíð.
Málskjúttar hjá okkum hava higartil í Effodeildini verið:
- Albert Adu (2)
- Rógvi Joensen (2)
- Teitur Justinussen (1)
- Salmundur Bech (1)
Hvat “kortspæl” viðvíkur so er 18 gul kort follin og onki reytt. Teir fordeila seg soleiðis:
- Ndende Guéye (4)
- Joslain Mayebi (3)
- Árni Rúnar Ørvarsson (2)
- Kofi Appiah (2)
- Ragnar Joensen (2)
- Salmundur Bech (2)
- Albert Adu (1)
- Absalon Eliasen (1)
- Teitur Justinussen (1)
Harvið kann so sigast, at Ndende ikki verður við í dystinum móti HB um smáar tvær vikur, av tí at hann hevur fingið fýra gul kort.
Vónandi hesar tvær vikurnar brúktar til intensa venjing, so vit eru klárir at herja á til aðru rundu av Effodeildini og vísa, at TB als ikki ætlar seg at liggja og berjast í botninum.
Einaferð TB, altíð TB!