Fyrsti venjingardystur á skránni

Í morgin, fríggjadagin 29/1, verður fyrstu venjingardystur hjá okkum. Vit taka í móti HB, sum koma suður.

Dysturin verður klokkan 18:00. Harvið ber til hjá okkum TB fjepparum at fáa eina fyrstu mynd av hvussu liðið er fyri – sjálvsagt við teimum fyrivarnum sum gera seg galdandi; at tað er ein venjingardystur og at tað er so mikið langt undan Effodeildin byrjar.

Veðurgudarnar lova heldur nógvan vind í morgin, tó minni vind út á dagin, so vit vóna at líkindini verða til at spæla dystin.

Scroll to Top