Eftir álvarsomu hendingina í dysti í Klaksvíkini herfyri gerst tað alsamt meira greitt, hvussu stóran týdning fyrstuhjálp kann hava. Eisini eru hjartastartarar vornir alsamt meira eyðsýndir í býarmyndini har fleiri eru settur upp runt í Føroyum.
Tvøroyrar Bóltfelag hevur nú tikið stig til at skipa fyri fyrstuhjálparskeiði við Stórá tórskvøldið klokkan 18:00. Talan verður um skeið við og uttan hjartastartara.
21 luttakarar frá felagnum luttaka á skeiðnum, herundir trygdarfólk, venjarir og nevndarlimir. Hóast nógv í felagnum hava slíkt skeið, so ynskja vit at trygdin skal gerast uppaftur betur, soleiðis at vit, børn okkara, leikarar og vitjandi, sum koma til Stórá kunnu, um tað gerst neyðugt, fáa hjálp.
Tvøroyrar Bóltfelag hevur eisini ein automatiskan hjartastartara, sum hongur í niðaru hædd í húsinum við Stórá. Hesin var latin TB í føðingardagsgávu í samband við okkara 120 ára degi.