Gentubørn vandu á fyrsta sinni í dag

Ótrúliga hugaligt var tað í dag, at síggja so nógvar fittar U-8 og U-10 gentur møta til sína fyrstu venjing við Stórá. Heili 18 fitt sníð møttu upp, og tað, hóast fyrireikingarnar til árligu fimleikaframsýningina eru í hæddini hesa vikuna. Framsýningin verður leygardagin, og vit vita um fleiri gentur, sum fyrst ætla at fáa fimleikin lidnan, áðrenn tær fara í fótbóltskógvar, og oman á frálíka vøllin við Stórá.

Vit kunnu vænta enn fleiri gentur til venjing í næstu viku, og tað er serstakliga hugaligt. Seinast TB var umboðað av einum gentuliði, var í aldursbólkinum 14-17 ár, og árið var 2005. Hetta árið vunnu røsku genturnar silvurmerkir, men tíverri kom onki lið aftaná hesar gentur. Nú verður tó roynt av nýggjum, og hesaferð fara vit til verka frá botninum, og ætla at arbeiða miðvíst fram móti at fáa fleiri og fleiri gentur at spæla tað vakra spælið.

Lat okkum vóna, at vit megna at halda hesum ungu at fótbóltinum, so vit um nøkur ár, veruliga fáa kvinnusíðuna av fótbólti upp at koyra.

Venjarin er Margit Steinkross, og hon letur væl at støðinum og mongdini av børnum.

Venjingartíðirnar eru hesar:
Týsdag og tórsdag kl. 17:30-18:30

Drívið á

Scroll to Top