Gerðabøkur avhendaðar skjalasavni

6. juni vórðu gomlu gerðabøkurnar avhendaðar til Tvøroyrar Skjalasavn.

Fyri móttøkuni stóð Kári Jespersen og hann var ovfarin av at tað var eydnast TB at varðveita allar gerðabøkurnar sum seinnu árini hava ligið í bankaboks.

Íalt 10 gerðabøkur frá 1892 til 1997 og ein fundarbók hjá fótbóltsnevndini fyri 1980 til 1985 vórðu avhendaðar. Ein gerðabók fyri hondbóltsdeildina árini 1936 til 38 var eisini latin skjalasavninum.

Sostatt eru hesir dýrgripir komnir á rættað stað so øll áhugaði kunnu síggja tær.

Scroll to Top