
TB hava fingið fatur á einum álopskendum miðvallara úr afrikanska landinum Ghana. Leikarin talan er um, er Samuel Ayew Yeboah, og er hann skrásettur fyri ein landsdyst fyri Ghana afturi í 2009, í African Nations Championship.
Hesin Samuel kemur til royndarvenjing á Tvøroyri í næstum, og gongur tað honum væl, verður sáttmáli væntandi undirskrivaður millum partarnar.
Royndarvandi í Aalborg herfyri
Herfyri var Samuel til royndarvenjing hjá SuperLiguliðnum AAB, men har eydnaðist honum ikki at fáa sáttmála, hetta hóast hann stóð seg rættuliga væl. Venjarin hjá AaB, Kent Nielsen metti tó, at ghanesiski leikarin ikki heilt var klárur til støðið í Super Liguni. Nú fer Samuel so at royna seg á Tvøroyri, og tað verður spennandi at síggja, hvussu hesin fer at royna seg, og um hann klárar at berja seg inn millum røsku tvøradreingirnar.
Yrkisleiðin hjá Samuel A. Yeboah
Yrkisleiðin hjá Samuel byrjaði afturi í 2004, tá hann fekk sáttmála við Inter Allies F.C. í Ghana, og eftir tvey góð har, varð hann leigaður út til Liberty Professionals F.C., sum spælur í bestu Ghanesisku deildini. Leiguárið gekk framúr væl, og árið eftir hevði hann flutt permanent til felagið, hann hevði útmerkað seg hjá. Tvey ár seinni, í 2009 hevði Samuel staðið seg so væl, at Ghanesiski landsliðsvenjarin sá seg noyddan at hava hann við til African Nations Cup dyst teirra móti Tanzania. Sostatt náddi hesin leikarin málinum, sum flest allir fótbóltsleikarar droyma um, nevnuliga at umboða sína tjóð í landsdysti.

Samuel hevur nógvar sera evnaríkar leikarar at kappast við, tá tað kemur til landsliðið, og tí má tað metast til at vera framúr góð evnir, hesin 23 ára gamli Ghanesin hevur. Hann vil eisini sleppa at vinna sær onkra uppkalling afturat, og metti tí, at hann mátti sleppa sær út um landoddarnar at spæla fótbólt. Hetta fekk hann, til í fyrstu syftu at royna at finna sær feløg í Europa, at sleppa til royndarvenjing hjá. Hann var eisini fleiri ferðir uttanlands í slíkum ørindum, og tá onki av hesum eydnaðist, føldi hann seg noyddan til at skifta felag heima í Ghana, fyri at koma í gongd aftur í yrkisleiðina heima í Ghana. Hesaferð skifti hann Liberty felagið út við Eleven Wise F.C., og eftir eitt kanón ár, men enn onga eydnu við at finna eitt felag í Europa, valdi hann at taka stigið fult út, og flyta til Danmarkar, har hansara leitan so heldur fram.

Man kundi nevnt nógvar aðrar kendir leikarar, við uppruna úr Ghana, men vit siga at hetta var nóg mikið. Sum tit síggja, skal okkurt serligt til, um man skal spæla seg inn á eitt so sterkt landsiið, og higartil hevur tað eydnast Samuel einaferð. Hann vónar tó,at tað verður ein uppliving hann sleppur at royna aftur.
Í dag, nakrar mánaðir eftir at vera komin til Danmarkar, hava TB fingið frænir av leikaranum, og vónandi kunnu tey í felag royna at hjálpa hvørjum øðrum á mál við teirra respektivu aðalmálum.
Vit vóna í øllum førum at tað fer at gangast báðum pørtum væl, og bíða spent eftir at síggja, hvussu hendan afrikanska leyvan fer at royna seg.
Fyrsti venjingardysturin er longu fyrireikaður, og tað verður ein ferð til Havnar, har HB taka móti, ónsdagin 11. januar. Um Samuel verður við tá, duga vit enn ikki at siga tykkum.