Gilli Rólantsson farin til norska Brann

Gilli Rólantsson Sørensen fekk debut fyri besta liðið hjá TB í 2009 í innleiðandi umfari til steypakappingina, dysturin var móti NÍF og varð vunnin 6-0. Gilli gjørdi tvey av málunum hendan dagin. Samanlagt hevur Gilli spælt 60 kampar fyri TB og skotið 22 mál í hesum dystunum. Leiðin gekk í 2013 víðari til B36 og síðani bleiv skifti til AaB ein veruleiki fyri unga evnaríka Trongisvágsingin.

Síðan 2014 hevur hann verið partur av hópinum hjá AaB, sum vunnu bæði steypakappingina og Superligaen í tí árinum.

Gilli varð umskúlaður rættuliga skjótt til at skula gerast verjuleikari hjá AaB í mun til hansara offensiva leiklut bæði í TB og B36.

Nú er næsta stigi á leiðini hjá Gilla sum yrkisleikari komin, hann hevur júst skift til norska felagið Brann. Brann liggur í verandi løtu nummar trý í Tippeligaen, sum er besta norska deildin.

Í seinastuni hava annars gingið nógvar leysasøgur um 24 ára gamla Gilla, har hann eitt skifti var ávegis svenskan toppfótbólt, men nú er endaliga greitt at tað verður í norskum toppfótbólti í staðin. Við hesum skiftir hann Aalborg út við Bergen. Brann fluttu upp í Tippeligaen til hetta kappingarárið eftir einum árið í næstbestu deildini, OBOS-ligaen.

Gilli hevur leikt í teimum trimum fyrstu dystunum hjá AaB, men er síðan vístur á bonkin eftir at Jakob Ahlmann gjørdist skaðafríur aftur.

Í Norra er tað tó í stóran mun Rosenborg, ið er stóra felagið og hetta sæst eisini á stigatalvuni eftir fyrstu 20 dystunum – Rosenborg er á odda við 49 stigum, næst teimum kemur Odd við 38 stigum og síðani Brann við 36 stigum.

Tað var tó ikki uttan avbjóðingar, tí flogfarið við Gilla var rakt av mjørkatrupulleikum og kravið til at kunna flyta til Brann var, at læknakanningin var gjørd áðrenn miðnátt fyri at handilin skuldi koma í lag.

Gilli segði millum annað við AaB heimasíðuna eftir skifti bleiv alment, at hann hevur havt eina læruríka tíð í Aalborg í einum góðum felagið. Hann ivaðist ikki tá fyrispurningurin frá Brann kom, serliga við útlitinum um fasta spælitíð í Bergen-felagnum.

Vit ynskja Gilla Rólantssyni Sørensen alt tað besta í Brann. Brann leikar næsta dystin í móti júst Rosenborg á heimavølli í Bergen, hetta verður sunnudagin 21. august. Millum leikararnar í Brann kunnu vit millum annað nevna Daniel Braathen, sum millum annað er kendur úr Premier League og Superligaen har hann ávikavist umboðaði Bolton og FCK.

Á myndini sæst Gilli Rólantsson Sørensen í AaB troyggjuni, sum nú er skift út við SK Brann.

Scroll to Top