Góðu TB fjepparar nær og fjar!

Nú 2022 av álvara er farið at nærkast endanum, og 2023 nærkast í hvørjum, ynskir felagið at senda øllum TB-fjepparum eina nýggjársheilsu.
Á eykaaðalfundi 27. desember fekk Tvøroyrar Bóltfelag nýggjan formann, André Dalfoss, ið eisini var formaður árini 2011-2013.
Fyri at taka eitt sindur saman um árið, ið er við at halla, so kann sigast, at tað var við spenningi, at farið varð undir kappingarárið, og soleiðis eigur tað at vera. Fyrstu tveir dystirnir endaðu við sigrum, men síðani komu tveir ósigrar slag í slag. Tíbetur ernaðust okra menn skjótt, og eftir tað vann TB heili 11 dystir á rað.
Endin á kappingarárinum gjørdist ikki eins góður, men einastandandi sigursrøðin frá 5. til 15. umfar var við til at tryggja, at TB endaði á einum triðja plássi. Hetta var, sum kunnugt, nóg mikið til at tryggja aldursforsetanum sætið í bestu deildini kappingarárið 2023.
Í hevur TB eisini havt eitt felagslið í oynni í bestu kvinnudeilduni. Kvinnurnar eru sera ungar í fótboltshøpi, til at luttaka í bestu deildini, hetta sást eisini tey fyrstu umførini. Tær fingu utlendskan styrk í summarsteðginum, og tað gjørdi góðan mun. Allar vístu sera góðan hugburð í venjingunum, hóast mótbrekkan var brøtt. Okur vóna at tað fer at ganga betur í 2023

Í farna ári fylti aldursforsetin hjá skipaðum, føroyskum ítrótti, Tvøroyrar Bóltfelag, 130 ár. Hetta varð hátíðarhildið við manér, og ein heil vika varð sett av til at hátíðarhalda felagið á ymsan hátt.
Í 2022 skipaði ungdómsdeildin hjáTB enn einaferð fyri fótbóltsskúla, og – enn einaferð, freistast ein at siga – eydnaðist hesin framúr væl. Væl yvir 100 børn (og vaksin) stórhugnaðu sær óført í 3 dagar. Tó er tað, enn sum áður, ein sannroynd, at onki slíkt letur seg gera uttan eitt ótal av sjálvbodnum kreftum, ið hesar – og allar ársins dagar – leggja eitt stórt og ólønt arbeiði fyri at gera TB til eitt felag, ið ein kann vera stoltur av.

Fótbóltur er ein ítróttargrein, ið skapar gleði fyri tey, sum íðka eins væl og fyri tey, sum stuðla. Í viðgongd og í mótgongd. Men hóast tað er stuttligt at vera við, so ynskja øll tey, ið íðka, eisini at vera við fyri at vinna. Tvøroyrar Bóltfelag, grundarsteinurin í føroyskum fótbólti, vil vera í bestu deildini, og tí eru fyrireikingarnar til komandi kappingarár av álvara farnar í gongd.
Tað er at fegnast um, at TB eigur nógvar ungar leikarar, ið uttan iva fara at fáa ein lyklaleiklut komandi kappingarár. Hóast tað er trupult, fyri ikki at siga ógjørligt, at klára seg uttan útlendskan styrk, serliga hjá einum felag í Suðuroynni, so er tað felagsins vón, at ungu og lokalu leikararnir gerast bulurin á tí liði, sum aftur fer at royna seg í bestu deildini.
Enn er seinasta hond ikki løgd á hópin fyri komandi ár, men TB arbeiðir hart fyri at leingja við fleiri av berandi kreftunum frá farna kappingarári, ikki minst við okra egnu ungu leikarar. Eisini kann væntast, at nýggj andlit verða at síggja í hópinum kappingarár.
Ynskið hjá nýggja formanninum og nevndini annars er, at øll standa saman um TB, og at tað skal gangast Tvøroyrar Bóltfelag, leikarum og stuðlum væl í komandi ári.
Felagið vil ynskja øllum eitt gott og eydnuberandi nýggjár.
Einaferð TB – altíð TB.

Scroll to Top