
Í Dreingjadeildini spæla teir, eins og teir vaksnu, eisini steypakapping, umframt vanligu landskappingina. Fyrsta umfar í hesari steypakapping verður spælt í morgin, og har verður talan um grannadyst, tá TB/Royn og FC Suðuroy bresta saman á Sevmýri. Dysturin byrjar kl. 17. Bæði liðini spældu annars fyrsta umfar av landskappingini í vikuskiftinum, og har lagaði tað seg soleiðis, at FC Suðuroy pulveriseraði ÍF heili 24-0 í Vági, meðan tað gekk heldur meira javnt fyri seg í Hvalba, har TB/Royn hevði vitjan av HB. Tann dystin vunnu havnamenn 3-1, eftir at ein av okkara varð rikin av vølli. Hvussu nógvir fuglfirðingar vóru á vøllinum á Eiðinum segði søgan onki um, men givið er, at FC Suðuroy liðið er sterkt.
Vit vóna at fáa ein góðan og vælspældan fótbóltsdyst, har talentini veruliga vísa sínar dygdir. Og talentir hava vit í rúgvuvís á liðunum báðum.
Góðan dyst