Einasta liðið sum hevur fulla úrtøku higartil er HB og nú koma teir á vitjan við Stórá til eina av heilt stóru royndunum á heimavølli í ár. HB hevur sum skrivað 15 stig og harvið fult stigatal, samstundis er tað liðið sum hevur bestu málúrtøkuna.
Um Ekstrabladet skuldi skriva um hendan dystin, so hevði yvirskriftin allarhelst ljóða okkurt soleiðis: “Danskeropgør mellem top og bund”. Eftir seinasta dyst, sum gav okkum tey fyrstu stigini og innsatsin ímóti Víkingi, so skulu HB als ikki kenna seg tryggar.
Toppskjúttin í deildini Adrian Justinussen væntast at sita uttan fyri, men tað hevur ikki forða HB at gera mál í teimum seinastu dystunum, sostatt er lagt upp til ein strævnan arbeiðsdag hjá Ndende og Rasmus Møller saman við restina av verjuni.
Men við einari agafastari manning, eins og ímóti Víkingi, saman við heimavallarfyrimuni, so er tilfarið klárt til eina spennandi uppgerð við Stórá, har gestirnar onki skulu hava forerandi.
Meinhardt Joensen verður aftur aftasti skansi ímóti HB, leigusáttmálin er longdur til og við HB-dystin. Onkrir smáskaðar eru annars í hópinum og harvið eisini nakrar óvissur um hópin til dystin, men sjón fyri søgn fæst klokkan 15:00 leygardagin.
Verður hugt eftir hvussu seinastu dystirnar ímóti HB á heimavølli hava hilnast, so eru úrslitini soleiðis seinastu árini:
Í 2019 spældu vit ein javnleik
Í 2018 taptu vit báðar dystir
Í 2017 spældu vit ein málleysan javnleik
Í 2016 taptu vit ein og ein javnleik
Í 2015 spældu vit ein javnleik
Dysturin byrjar klokkan 15:00 leygardagin 6. juni.
Dómari verður Rani Andrasson Skaalum, sum ikki er av kendastu dómarum í Betri Deildini. Hetta verður hansara fyrsti dystur í Betri Deildini í ár. Í fjør dømdi hann ein dyst í Betri Deildini, tað var í 27. umfarið tá okur taptu ímóti Víkingi við Stórá.