
Fyrsta umfar av ársins Løgmansteypakapping bleiv spælt í gjár, og TB hevði vitjan av HB. Fyrstu løtuna blivu havnamenn trýstir langt aftur, men teir mentu seg tó, sum minuttirnar gingu. Í mun til TB so vóru gestirnar serstakliga beinraknir, tá tað kom til at gagnýta teirra møguleikar. Tvær ferðir komu havnamenn til opnar møguleikar í fyrsta hálvleiki, og báðar ferðir fingu teir mál. Í øðrum hálvleiki var tað HB, sum var meira spælstýrandi, meðan TB hevði trupult at halda lok á Símuni Samuelsen á vinstra borði. Tá síðsta bríksl ljóðaði, hevði HB vunnið seg víðari í Løgmansteypakappingini, við einum uppibornum 3-1 sigri. Einsamalla málið hjá TB, kom í yvirtíðini, og tað syrgdi bert 16 ára gamli Poul Ingason fyri.
Símun var í serflokki
Hvørgan av liðunum høvdu spælt í innleiðandi umfarinum, og tískil var hetta tann fyrsti dysturin hjá liðunum báðum í kappingini. TB legði fyri, við beinanvegin at royna at trýsta gestirnar høgt uppi á vøllinum, so HB hevði nokk at gera, við bara at rudda burtur. Havnamenn stóðu tó væl skipaðir, og sum minuttirnar gingu, komu teir eisini onkuntíð fram um miðjuna. Eftir 15 minuttum, fekk HB liðskiparin og landsliðsleikarin, Fróði Benjaminsen bóltin inni í miðkringinum, og við einari langari sending, fann hann sera kvika Símun Samuelsen, millum tveir verjuleikarar. Símun legði bóltin við høvdinum niður fyri egnar føtur, og lobbaði síðani hegnisliga upp um Ivan Stojkovic í TB málinum. Eitt vakurt mál frá einum frálíkum spælara, sum hendan dagin var ein sonn marra hjá TB.
eftir 37 minuttir, var Hr. Samuelsen aftur í ferð eftir vinstra vongi, og tá Ivan noyddist út móti, legði Símun eina tvøravlevering yvir til liðskiparan Fróða, og so var brádliga 2-0 til gestirnar, hóast tað var heimaliðið, ið átti munin í størsta partinum av hálvleikinum. Fleiri ferðir var tað um reppið, at TB skoraði, men inn vildi bólturin ikki, og so kundu havnamenn gleðast yvir eina góða úrtøku, tá liðini fóru til hálvleiks.
Fingu ikki spælið at koyra
Okkara royndu at kempa manniliga í øðrum hálvleiki, men avleveringarnar blivu kanska dekan ov nógv merktar av satsing, og lógu tí ov óneyvar. Hetta gjørdi HB sær dælt av beinanvegin, og tóku tamarhald á miðjum vølli. TB blivu nú trýstir aftur, og serliga var tað trupult hjá okkara, at verja fyri Símuni Samuelsen. Eisini Alex José dos Santos hevði hug at koma fram við, men nógva ferðin hjá Simuni var ein støðug hóttan.
Á miðjuini fekk bóltsnillingurin Christian R. Mouritsen meira pláss í øðrum hálvleiki, og so komu nógvar sendingar fram í borðini. Eftir júst eina sovorðna, fingu HB tillutað eitt brotspark, tá 13 minuttir írestaðu. Christian fann sprintaran, Símun á vinstra vongi, og tá hann royndi at sneiða framvið Ivan, mátti Serbin steðga honum, so hann kundi fáa møguleikan at bjarga frá brotsparksblettinum.
HB setti Christian R. Mouritsen at taka brotsparkið, og hann setti bóltin ósvikaliga trygt út í síðunetið, til 3-0.
Hetta dámdu TB leikarunum lítið, og tað tóktist, sum um at okkara nú vildu berjast enn meira, og í minsta lagi enda dystin við manér.
Teir tríggir; Magnar Vang (20 ár), Patrik Johannesen (16 ár) og Poul Ingason (16 ár) komu inn fyri ávíkavist Martin Tausen, Óla Johannesen og Bojan Timic.
Unglingarnar royndust væl
Teir tríggir ungu leikararnar, sum fingu møguleikan í øðrum hálvleiki, royndust rættuliga væl. Teir tóktust trívast væl við støðið, og vístu seg als ikki til at vera stórvegis imponeraðir av kendu HB leikarunum. Í staðin kempaðu teir fyrimyndarligt, og serliga kláraði Poul Ingason seg væl. Unglingin loysti Bojan av, og í yvirtíðini fekk hann ein bólt uttanvert brotsteigarmarkið, úti í vinstru síðu. Poul dregur síðani framvið brotsteiginum, og við skotfintu, fintar hann sær pláss, til at senda eitt skot av. Skotið var somikið gott og hart, at tað snýtti HB málverjan, Teit Gestsson, og smeyg sær inn við nærmastu stong. Eitt flott mál frá unglinginum, sum longu telist millum teir føstu í hópinum. Dirvið og áræðið, hesir ungu leikarar vísa, er ein uppskrift, ið allir ungir leikarar eiga at fylgja. Tað nyttar onki at ganga runt og halda, at hinir nokk eru betur…Nei, HER KOMI JE, og komið so an, tað er andin, ið fylgjast má.
Drívið á dreingir, tit eru raskir.
HAGTØL
Løgmansteypakappingin 2012
1. Umfar
TB-HB 1-3 (0-2)
0-1: Símun Samuelsen (15.)
0-2: Fróði Benjaminsen (37.)
0-3: Christian R. Mouritsen (77.) (br.)
1-3: Poul Ingason (91.)
Hvussu tað gekk í hinum dystunum í fyrsta umfari, kunnu tit síggja inni á www.faroesoccer.com