Leygardagin var vitjan av oddaliðnum, sum høvdu fult stigatal áðrenn dystin við Stórá – tað høvdu teir eisini, tá teir fóru avstað aftur.
Dysturin háttaði seg soleiðis, at HB kom á odda eftir 12 minuttum við málið frá Dan í Soylu. Hetta hildu HB allan vegin gjøgnum dystin, sum eisini hevði við sær eitt reytt kort til ein av okkara ungu evnaríku leikarum.
Jens Erik Bruhn fekk nevniliga sítt annað gula kort av dómaranum eftir gott og væl einum tíma á vøllinum.
Venjarin, Michael Winter var annars sum heild ikki alt ov ónøgdur við dystin og mátti viðganga, at HB var væl sterkari liðið í dystinum - sum teir eisini hava staðfest við at hava fult stigatal framvegis.
Úrslitini í hesum umfarinum hava við sær at nú eru trý lið niðast við 1-2 stig, umframt okkum, so hevur Skála eisini bert eitt stig meðan AB hevur tvey. HB hevur sum kunnugt fult stigatal við 18 stigum og liggja á odda við 5 stigum niður til ein riðil av liðum.
Hetta var annars síðsti dystur hjá Meinhardti Joensen í málinum - Frederik Mehder er nú til dystin fús aftur.
Mynd: Mariann Mikkjalsdóttir