Heilkiksarin í 3. deild – Liðið koyrt úr kappingini

Tá kappingarári 2013 byrjaði, møttu ofta yvir 15 mans til venjing í 3.deild, og vónirnar fyri árið vóru tí hampiligt góðar. Sum fyrr skrivað her á heimasíðuni, lá liðið eisini á einum ørðum plássi í summarsteðginum, og alt sá ljóst út. Sjálvt um færri og færri leikarar møttu til venjing, so megnaði mann hvørjaferð at finna so mikið av leikarum til dystirnar, og úrslitini vóru eisini sera góð. Ein skal hava í huga, at hetta er triðabesta liðið hjá TB, og tí er avmarka hvat man kann vænta.

Eftir summarsteðgin hendi so tað góða fyri Tvøroyrar bý, at Varðin Pelagic fór at koyra í døgndrift. Fyri 3.deild fekk hetta tíanverri katastrofalar fylgir, tí nógvir leikarir fór at arbeiða fulla tíð, og fingu ikki stundir til at hvørgan at venja ella leika at dyst. Harumframt blivu fleiri leikarir fluttir uppí 1.deildarhópin, sum eisini manglaði fólk. Hetta førdi við sær at eftir summarsteðgin, var liðið so illa mannað, soleiðis at liðið tapti fleiri dystir, og til endans mátti mann melda avboð til tveir útidystir; simpulten, tí tað bar ikki til at finna nóg mikið av leikaratilfari fyri at mannað liðið. Eftir seinna avboðið reageraði FSF skjótt og gjørdi sambært egnum reglunum, og kastaði TB úr deildini í 3.deild.

Hetta er sera harmuligt og als ikki nakað, sum nakar ið hevur havt við liðið at gjørt, hevði væntað og roknað við.

So 3.deild má bara takka fyri seg í ár og vóna, at tað fer at ganga frægari komandi ár, um nakað lið verður melda til.

Sigast skal tó, at málsetningurin um at røkka finalubólkinum er náddur, men um okur høvdu kunnað stillað upp við einum hampuligum liði til onkrar útidystir, so høvdu okur væl og virðiliga nátt einum heiðursmerkjaplássi. Havast skal eisini í huga, at mannfall var eisini í 1.deild, og onkrir av teimum frægastu í 3.deild hava eisini verið til taks har, hetta hevur ikki bøtt um viðurskiftini hjá teimum 3.bestu í felagnum

Fyri at bera í bøtuflaka hevur 3.deildarmanningin í hyggju, at hava ein mini-aðalfund, soleiðis at kappingarárið 2013 kann endurskoðast og endurmetast.

Scroll to Top