Heilsufótbóltur

Her er ein kunning um nýggja átakið “Heilsufótbóltur” sum vit hava tilmelda okkum til, í samstarv við FSF og Fróðskaparsetur Føroya.

Heilsufótbóltur (fótbólt fitness) er á veg fram kring allan heimin, og eitt nú í Danmark eru í dag umleið 300 feløg, sum bjóða almenninginum hendan møguleikan.

Í stuttum kann sigast um endamál og skipan av heilsufótbóltinum:

  • At hann skal vera við til at bøta um fólkaheilsuna í Føroyum. Gransking vísir eisini, at fótbóltsspæl hevur jaligari árin enn renning, svimjing og venjing í heilsmiðstøðum.
  • At hann skal fáa vaksin/tilkomin fólk, eldri og yngri, kvinnur og menn, at venja og spæla fótbólt 2-3 ferðir um vikuna. Ikki minst tey, sum frammanundan hava lítlar royndir frá fótbóltinum.
  • At gera ymsar kanningar/testir av luttakarunum 2-3 ferðir í árinum.
  • FSF útvegar felagnum ymsan útbúna og venjingartilfar til venjingina.
  • Felagið útvegar tíð á vøllinum við Stórá, 3 ferðir um vikuna, 1 tíma hvørja ferð.

Nærri kunning um tíðir o.a., kemur tá átakið ferð í gongd um stutta tíð.

Við vón um góða undirtøku.

Tvøroyrar Bóltfelag

Scroll to Top