Heimadystur ímóti ÍF

Leygardagin kemur ÍF á vitjan við Stórá og sigast má, at talan er um eitt lið, har tað at kalla er vent í holuni í mun til hvussu kappingarárið í fjør hilnaðist hjá fuglfirðingum. Í fjør endaði ÍF á aftasta plássi, men flutti sum kunnugt ikki niður, tí onki lið kundi flyta upp. Í hesum fyrstu seks dystunum hevur ÍF fingið níggju stig, sum longu nú eru trý stig fleiri enn alt fjør.

Seinastu dystirnir millum TB og ÍF hava verið javnir – hyggur ein eftir teimum seinastu 21 dystunum í millum liðunum, so hevur TB vunnið seks, ÍF vunnið sjey og átta dystir eru endaðir javnir.

TB vunnu tann eina heimadystin vit høvdu í móti ÍF í fjør, meðan báðir dystir í Fuglafirði endaðu javnir.

Sum vit annars hava skriva hesa vikuna, so er Frederik Mehder tíverri framvegis darvaður av skaðanum hann fekk, so Meinhardt Joensen tekur enn eitt tørn. Meinhardt hevur longt leigusáttmálan tveir dystir.

Dysturin verður leygardagin 13. juni klokkan 14:00.

Scroll to Top