Heine Mortensen, sum lesur medisin á Fyn, kemur heim at spæla við Tvøroyrar Bóltfelag í 2015. Heine hevur umboða besta liðið hjá felagnum fleiri ferðir og seinast í 2014, tá hann leikti nakrar dystir meðan hann var heima í feriu frá lesnaðinum. Í august mánaða var Heine heima og leikti hann tá fýra dystir fyri besta liðnum og skoraði trý mál.
Heine Mortensen og Egil Olsen, formaður felagsins, hava undirskrivað sáttmála fyri 2015, sum førir við sær at vit hava fingið ein styrk inn í hópin.
Heine fer undir fjarlesnað meðan hann verður heima og leikar við Tvøroyrar Bóltfelag. Sum støðan er nú er avtala gjørd soleiðis, at Heine kemur heim fyrst í apríl mánaða og verður heima til september.
Heine sigur, at hann tekur hetta modulið á lesnaðinum sum fjarlestur, men at hann tó skal niður til próvtøku í juni-mánaða. Umframt hetta, so skal Heine skriva sín bachelor í heyst og sostatt kann avtalan leingjast, men hetta verður støða tikin til seinni í kappingarárinum.
Á myndini omanfyri síggjast Heine og Egil Olsen taka lógvatak eftir sáttmálin var undirskrivaður.