Hepnið var ikki við TB

Tað var eitt skert TB-lið, sum skuldi spæla móti B36 í Trongisvági. Franck er farin til Fraklands at fáa greiði á persónlig viðurskifti, Albert Adu er skaddur og íslendarin á vinstra bakki, Andri Freyr, breyt hondina móti ÍF seinast. Umframt hesar tríggjar, so er Heine Mortensen í Danmark í lestrarørindum, og Arthur er uttanfyri við beinbroti. Tað var tí eitt sindur av fjáltri á viðhaldsfólkunum hjá TB undan dystinum, men Páll Hagbert hevði blandað kortini væl og rætt saman, og reservarnir, ið komu inn, smæddust ikki burtur, als ikki!

Liðið sá soleiðis út. Ivan í málinum. Í miðverjuni vóru Reynir og Teitur. Carl Bech var á høgra bakki og Ragnar Joensen á vinstra. Rógvi var fluttur aftur á sentrala miðvøllin saman við Martin. Teitur Justinussen var høgri vongur og Eirikur vinstri, aftanfyri hesar var Heini Mikal. Patrik var einsamallur framherji, hetta var útgangsstøðið.

TB byrjaði dystin betur, teir løgdu seg høgt á B36-hálvuna og vunnu flest allar bóltarnar á miðvøllinum. Tað var ikki gingin rúm tíð, tá Teitur Justinussen knallaði ein fluktara á uttarusíðuna á stólpanum. B36 royndi seg fyri tað mesta við longum avleveringum fram móti Lukasz, men hetta vísti seg ikki at verða ein gongd leið, tí nýggja verjan hjá TB spældi trygt og væl. TB kom til onkrar smávegis vandastøður, men málið hjá Tórði Thomsen var ikki veruliga hótt. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki traðkaði talismaðurin hjá B36 veruliga í karakter. TB hevur fríspark á miðjuni og Heini leggur ein hálv-vánaligan bólt á 16-meturin hjá útiliðnum. B36 kom nú í eina sera vandamikla álopsstøðu, teir vunnu ein nærdyst og bólturin endar hjá Lukasz, sum brúkar hugflog, hegni og rutinu við at renna frá TB-verjuni og prikar bóltin undir Ivan úr spískum vinkli. 0-1 til B36, sum ikki var samsvarandi við leikgongdini. Hetta var eisini støðan, tá liðini fóru til hálvleiks.

Páll Hagbert gjørdi lítla broyting í seinna hálvleiki, hann flutti Teit Justinussen í álopið og Patrik á vongin.
B36 byrjaði hálvleikin betur og fór at spæla eyðkenda 1-2 kombinatiónsspælið uttan fyri 16 meturin hjá TB. Tað gjørdist sera vandamikið ta einu ferðina, tá teir hegnisliga broderaðu seg millum TBararnar, men Ivan var skjótur úr málinum og vardi væl fyri við flottari bjarging. Eftir hetta tóku okkara leikarar sær um reiggj og fóru at spæla skilagóðan fótbólt, teir funnu væl holini millum keturnar hjá B36 og hetta gav úrslit. Rógvi vísti styrki og gott yvirblikk, tá hann við tveimum B36-leikarum millum sín, fann Patrik, ið kom tvísporandi av miðvøllinum, móttøkan hjá Patrik var ikki heilt góð, men hann helt sær á fótum, tá hann blívur hart pressaður av Tórði Thomsen og Oddmar Færø. Hann hyggur upp, og finnur púra leysan Teit, sum setti innaru síðuna á, 1-1.

Eftir hetta bylgdist dysturin aftur og fram, og tað bleiv ein kampur um miðvøllin. Tað vóru nógvir deyðbóltar, ið merktu hesa løtuna, og bæði liðini lógu framvið. Tá tað reið um snarið, var tað B36, sum tók av. Hornaspark í vinstru síðu endar við trunkaspæli um brotssparkblettin, TB fær ikki ruddað burt, og eitt skot útifrá endar sum ein góð avlevering til Andrias Eriksen, ið hevði leitað sær inn í fimm-meturin, har hann hevði lætt við at skora. TBarirnir vóru ikki blíðir, tí teir vóru avgjørdir um, at Eriksen var rangstaddur, men flaggið var niðri og floytan kúrr. 1-2 til B36.

TB spenti nú álopsbogan høgt og kom til fleiri góðar støður, men tað bleiv ongantíð meira enn hálvfarligt, uttan einaferð, tá Patrik skallar eitt innlegg beint á stongina, bólturin støkkur út í ongamannaland og tíðanverri var ein B36ari á rætta staðnum og fekk gúppað bóltin burt. Her hevði TB uppiborið eitt mál.

Av tí at TB legði nógv fyri hesa løtuna, var ágangurin á verjuna stórur. Camara ið var innkomin , fekk nógv pláss og teir funnu hvønnannan væl í álopinum. Dysturin bleiv avgjørdur, tá 8 min vóru eftir. Fikst 1-2 spæl gjørdi Hans Paula Samuelsen leysan, og hann skoraði trygt. Eftir hetta hevði TB onkrar líkinda royndir á B36 málið, men tættari enn einum góðum skoti frá smáskadda Adu, komu okur ikki.

Hetta var ein javnur dystur, har javnleikur hevði verið eitt rættvíst úrslit. Tað positiva er, at TB spældi munandi betur í dag enn undanfarnu tveir dystir; svart óheld, skaddur Adu og Lukasz Cieslewisz vóru grundarlagið undir tapinum.

Til endans vil eg ynskja Carl Bech og Ragnar Joensen vælafturkomnum á besta liðið. Tað kann undir ongum umstøðum undirmetast, hvussu týdningarmikið tað er, at hópurin er breiður, og at menn eru í formi. Tykur vístu í tíðum stóra rutinu, og vóru eisini tryggir í øllum aspektum í dystinum. Ein skuldi ikki hildið, at tykur hava spælt í 2.deildar-periferiini.

Og heilt til endans vil heimasíðan ynskja Martini Tausen hjartaliga til lukku, nú hann er nýklaktur pápi. Vónandi hava mamman og beiggin tað gott.

”Okur vilja vinna, tað altíð ljóma skal.
Einaferð, altíð. Tað er onki val”

Scroll to Top