Vit hava áður nevnt, at TB fær álopsstyrk í ár. Talan er um 24 ára gamla Hervé Din Din, ið kemur úr Cameroon. Hervé hevur millum annað leikt sum yrkisleikari í Vietnam, Tunis og Gabon. Av dygdum hansara verða serliga hæddin(1.91m) og skjótleikin tiknar fram, sum sera avgerandi.
Nú er komið so mikið ávegis, at pappírini eru komin í lagi og Hervé er ávegis og verður eftir ætlan á Tvøroyri komandi leygardag kl. 9:00. Vit ynskja Hervé hjartaliga vælkomnan til Stórá og er tað okkara vón, at hann roynist væl og at væl verður tikið ímóti honum.
Niðanfyri sæst ein lítil kykmynd av Din Din.