Hvar vitja føroyameistararnar

Nýggi vøllurin við Stórá sær, sum vera man, sera snøggur út, og leikararnar lótu avbera væl at honum til fyrstu venjingina (Mynd: Astrid Vestergaard)

Sunnudagin skal TB taka móti B36, í fjórða umfari av Effodeildini.  Flest øll vóna, at nýggi vøllurin, sum nú er liðugur, kann hýsa hesum spennandi dysti. Arbeiðið at gera húsið við vøllin byrjar skjótt, og Tvøroyrar Bóltfelag vónar, at stoltleiki teirra sleppur at innvíga nýggja vøllin sunnudagin. Dystast skal móti Føroyameistarunum úr Havn, og tað hevði verið ein heiðurlig byrjan, á hendan nýggja kapittilin í ríku søguni hjá TB. Skal tað spælast við Stórá, so er kravið tó, at Fótbóltsambandið vísir góðvilja, og gevur undantaksloyvi, til húsið og sitipláss standa klár. Kemur onki undantaksloyvi, noyðist TB framhaldandi at spæla í Vági, hóast teir hava nýggjasta og besta vøllin í landinum.

Vøllurin verður handaður S.Í.D. í morgin
Nýggi fótbóltsvøllurin við Stórá í Trongisvági er liðugt bygdur, og í morgin verður hann handaður Suðuroyar Ítróttardepli. Besta TB liðið hevur tó í kvøld verið til fyrstu venjingina á nýggja vøllinum, og teir lata allir sera væl at honum. Vøllurin er bæði bleytari, breiðari og longur enn hin gamli vøllurin á Sevmýri, og leikararnar siga, allir sum ein, at tað er besti vøllur, teir hava spælt á í Føroyum. Teir meta tó eisini, at man skal venja seg við vøllin, sum er so øðiliga nógv ørðvísi, enn vallirnar teir hava kallað heimavøll seinastu árini.

Graslíki varð lagt á gamla grúsvøllin á Sevmýri í 1989, og síðani er millum lítið og onki gjørt av ábøtrum. (Mynd: Savnsmynd)

Ikki átt heimavøll síðan í 2010
TB hevur ikki havt møguleika at nýta egnan heimavøll síðan í 2010, tá Fótbóltsambandið endaliga kolldømdi søguríka leikvøllin á Sevmýri. Avtala kom tíbetur skjótt í lag við Bóltfelagið ROYN í Hvalba, um at leiga seg inn á teirra grasvøll í Skørðunum. Hvalbingar vóru skjótir at veita okkum eina hjálpandi hond, og fyri tað eru vit sera takksom.
Sum kunnugt, so vunnu TB sær uppflyting til Effodeildina, við síðsta sparki í kappingarárinum, og tá kom verulig ferð á ætlanirnar um gerð av nýggjum vølli í Trongisvági. Í dag stendur vøllurin við Stórá liðugur, men enn er ikki greitt, hvar TB spælur sín næsta heimadyst. Fyrstu dystirnar í ár, hevur TB verið noyddir til at spyrja Vágs Kommunu, um at leiga seg inn vesturi á Eiðinum. Men nú vøllurin við Stórá er liðugur, sigur tað seg sjálvt, at felagið ynskir at nýta sín egna vøll.
Tvøroyrar Bóltfelag vónar, at vøllurin skjótast gjørligt verður góðkendur av Fótbóltsambandinum, og at hann kann takast í nýtslu alt fyri eitt. Samstundis ynskir felagið, at takka vágbingum fyri blíðskapin, sýndur er teimum á Eiðinum.

Effoliðið vandi fyri fyrstu ferð á nýggja vøllinum í kvøld, og teir gleða seg til at innvíga hann skjótast gjørligt (Mynd: Niels Hammer)

Skøtil er settur á nýggjan kapittil
Vøggan, har alt byrjaði, og har at kalla øll børn í Froðbiar Sókn hava spælt frá morgni til myrkurs, skal nú endaliga skiftast út, við nýggjan vøll inni í Trongisvági.
Sevmýrisvøllurin, sum hevur verið trygga og verjandi spæliplássið hjá børnum og ungdómi á staðnum í yvir hundrað ár, verður nú ikki nýttur longur. Tað er ikki sørt við sorgblídni, at undirritaði í skrivandi stund hyggur oman á vøllin, sum gav honum, og ger

Nógv børn hava altíð vitjað fótbóltskúlan hjá TB, og í ár skuldi ikki verið nakað ørðvísi, nú karmarnar gerast enn betur

tað enn, so ómetaliga nógvar góðar løtur. Men tíðirnar broytast, og vit broytast við, og nú vit við sorgblídni flyta vestur til nýggja vøllin við Stórá, goyma og minnast vit allar tær góðu løtur frá Sevmýri, og seta leiðina inn til Trongisvágs, har fyrsta blað, í nýggja kapitlinum hjá aldursforsetanum, vónandi skjótt verður skrivað.
Vit eru sannuliga á einum vegamóti, og framtíðin sær sera spennandi út.
TILLUKKU við nýggja vøllinum, og blíðan byr framyvir

Allir eru tøkir
Eftir dystin móti HB í Løgmansteypakappingini mánadagin, er tað aftur stundir til at hugsa um Effodeildina. Fjórða umfar verður sunnudagin, og leikararnar eru sera uppsettir, til at levera ein kanón innsats móti Føroyameistarunum úr B36.
Eins og TB, mátti ártalsfelagið úr Havn ásanna, at teir ikki verða steypavinnarar í 2012. Havnamenn taptu nevnuliga í Gøtu, og hava sostatt bert Effodeildina at spæla fyri.
Hópurin hjá okkum sær rættuliga góður út, og leggja menn somu arbeiðsorku fyri dagin, so fáa eisini B36 eina sera trupla uppgávu.
Higartil hevur spælið gliðið væl í øllum dystunum hjá TB, og fáa vit so eisini sent skotini eitt sindur neyvari, so fáa øll lið eina trupla uppgávu.
Vit koma fram til stórar møguleikar hvønn dyst, og nú er so bara eftir at gagnýta teir. Hetta vísti HB so fyrimyndarliga í Vági mánadagin, og har kundu vit fingið okkara iblástur.

Drívið á dreingir

Scroll to Top