Hvíta havnaliðið bíðar

Sunnudagin er triðseinasta leikumfarið á skránni og har skulu vit norður til Havnar at leika móti B36. Hetta verður ein trupul uppgáva, sum tó væl kann fara at koppa til okkara fyrimun, tá dómarin bríkslar fyri seinastu ferð.

Eftir at hava verið vitni til dystin móti AB, har TB’arnir leveraðu ein mannfólka innsats, so sigur tað okkum so mikið sum, at alt ber til og eisini tað at basa tí hvíta havnaliðnum.

Móti AB eydnaðist tað okkara leikarum at finna fram hin eyðkenda og vældámda stríðsviljan, sum vit sóu nógv í fyrru helvt av kappingarárinum. Hesin viljin ber langt og møguliga hann ikki ber inn í himmalin, so kann hann væl bera okkum so mikið væl á veg, at vit sleppa at leika í Effodeildini í 2014.

Leikbann merkir liðini

Innsatsurin hjá TB móti AB kostaði okkum eisini tvey leikbann, meira nágreiniliga er talan um Martin og Ndende. Har við verður neyðugt við ný- ella umskipan á miðjum vølli. Hugsast kann at Dan Mortensen kemur inn fyri annan av teimum, hvør hin verður er ikki vist. Ein av tiltiknu kemparunum sum vit hava í hópinum er Aron Sørensen, sum kundi verið eitt gott boð. Páll Guðlaugsson hevur uttan iva eitt hvørt hugskot til hvussu B36 skal takklast, bæði so og so.

Umframt at vit móti B36 hava tvey leikbann, so eru tríggir av okkara leikarum í vandasonuni. Eirikur, Óli og Poul hava fingið sær fýra gul kort í kappingarárinum higartil og fáa teir eitt avtrat, so verður sektað við leikbanni frá FSF.

Tað eru ikki bert vit, ið hava leikbann at dragast við. B36 leikarin Róaldur Jacobsen fekk reytt seinasta dyst og kostar tað honum luttøku í sunnudagsdystinum móti okkum. Róaldur hevur verið ein av lykaleikarunum hjá B36 í ár. Sama kann sigast um Martin og Ndende, so tað eru tvey skerd lið, ið skulu møtast í Gundadali sunnudagin klokkan 15:00.

Spennandi botnstríð

Tað resta tríggir dystir í kappingárinum og tað verður spennandi til tað allarsíðsta aftur í ár – enn er so als onki avgjørt og alt kann henda – hetta merkir eisini nógv kjakið, ið er rundan um fótbóltskappingina í løtuni, tí tað er meira ella minni bara ein spurningur um tíð áðrenn HB gerst føroyameistari, meðan tann veruligi spenningurin stendst um Europa-plássini og sjálvandi niðurflytingarstríðið, har tað serliga eru vit og KÍ, ið berjast um at sleppa undan at skula niður í 1. deild.

07 Vestur hevur enn ein matematiskan møguleika at bjargað sær, men sum heild eru fá, ið trúgva á at hetta letur seg gera. Hóast tað mest eru vit og AB, ið berjast um at bjargað okkum upp á 8. plássið, so er tað matematiskt møguligt at tað verður AB, ið flytur niður.

Sum tað sæst á stigatalvuni, so hevur KÍ 22 stig fyri 24 dystir, sama er galdandi fyri TB. Munurin er tó tann, at TB hevur munandi verri málmun enn KÍ og tí liggja vit undir strikuni, sum nú er.

Heimasíðan vil her við heita á fólk, um at fara til Havnar sunnudagin og stuðla okkara monnum, sum kempa fyri lívið í Effodeildini!

Scroll to Top