Innandurakappingin verður 18. februar

Bassa CUP 2012 fer av bakkastokki 18. februar 2012

Eftir at hava flutt tiltakið aftur og fram millum ymisk tíðspunktir, er tað nú greitt, at árliga innandurakappingin, Bassa Cup verður hildin 18. februar í høllini í Trongisvági. Nakrar ferðir  hava vit verið noydd at flyta tiltakið, orsakað av samanrenningum við aðrar ítróttargreinar, men nú er tíðspunktið sett endaliga.

Kappast verður í hesum aldursbólkum

U8, U10, U12, U14, U16 og U19

Leikreglur:
Barn, sum til dømis skal luttaka í bólkinum U8, má ikki hava fylt 8 ár áðrenn 1. januar 2012.

Liðini í bólkunum U8, U10 og U12 spæla við 5 leikarum + einum eyka.

Liðini í bólkunum U14, U16 og U19 spæla við 4 leikarum + 2 eyka.

 

Tilmeldingarfreistin er 10. februar, og tað ger man við at ringja á tlf 282060 ella á 221078.
Kostnaðurin er kr. 300 fyri hvørt lið.

Bassa Cup 2012 verður stuðlað av Eik Banka

Tvøroyrar Bóltfelag

Scroll to Top