Tvøroyrar Bóltfelag hevur seinastu mongu árini notið væl av avrikunum hjá trúðfasta málmanninum Ivan Stojkovic, men frá næsta kappingarár verður tað ikki Ivan sum kemur at standa millum stengurnar.
Fyrstu ferð Ivan spældi fyri Tvøroyrar Bóltfelag var í 2007 og hevur hann síðani manna málmanspostin. Ivan er tann leikarin á liðnum í dag sum hevur flestu royndir fyri besta lið felagsins. Hann hevur harvið eisini verið við til mangt og hvat, uppflytingar, niðurflytingar, spælt á Sevmýri, Hvalba og Við Stórá har vit hava havt okkara heimavøll seinastu tíðina.
Ivan er føddur 30. Januar í 1977 og er sostatt 38 ára gamal.
Tvøroyrar Bóltfelag takkar Ivan so hjartaliga fyri hansara tíð og góðu støðugu avrik í TB búnanum. Ivan náddi at leika 250 dystir fyri TB.
Nevnast kann eisini, at tá Ivan kom til landið vóru fleiri av hinum leikarunum smáir drongir, Teitur Olsen var 12 ár og Patrik Johannesen var 11 ár.
Vit skulu harvið finna okkum ein nýggjan málverja.
Hvala, Ivan