Jóla- og nýggjársheilsan frá TB

Nevndin í TB vil hervið takkað øllum, ið hava stuðlað felagnum í 2017.

TB er saman við hinum oyggjafeløgunum í holt við at fyrireikað kappingarárið 2018. Í 2018 fer felagið sum nakað nýtt at luttaka við einum U21 liðið.

Undir leiðslu av Jón Paula Olsen hava leikarir vetrarvant og 7. januar verður lagt til brots við nýggja venjaranum Glenn Ståhle.

Eitt sum er umráðandi fyri felagið er, at fleiri vilja bjóða seg framm til nevndarabeiðið. Um onkur hevur áhugað so er bara at siga til.

Ungdómsdeildin vil eisini fegin hava fleiri fólk at hjálpa til við at venja okkara ungu leikarum. Eisini vilja vit heita á limir, sum hava áhuga í at royna seg sum dómara um at siga frá. Tað verður eitt dómaraskeið her suðuri í vár og vóna vit at fleiri melda til.

Við vón um eitt gott kappingarár 2018 vilja vi hervið ynskja øllum eini góð jól og eitt gott nýggjár.

Scroll to Top