Jólakalendari, 2 dec

Í dag er tað 2 december og leikari nummar 2 verður kunngjørdur.

Navn: Nikolei Johannesen 
Aldur: 19 ár  

Skrásettir dystir: 
Í bestu deildini: 48 
U-landsliðsdystir: 2 

Persónlig mál fyri komandi kappingarár: 
Málið er at gerast fastur maður á liðnum, og eisini er mítt mál at koma á U21 landsliðið. 

Mál fyri liðið komandi kappingarár:  
Liðið skal vera betri enn hini liðini í “botn 5”, og hetta merkir í minsta lagi 6. plássið. Eisini skulu vit bjóða meira av ímóti “topp 5”, eitt sindur meira enn vit megnaðu í ár. 

Yndis pláss á vøllinum:  
Mítt yndis pláss á vøllinum er á miðvøllinum – tað er líkamikið um tað er 6’ari, 8’ari ella 10’ari. 

Scroll to Top