Jólakalendari: 20 dec

Nú, tað nærkast endanum á jólakalendaranum hjá TB, er tað hugaligt at fáa 6 av okkara egnu evnaríku spýrum úr ungdómsdeildini at seta orð á, hvørji mál teir hava fyri seg sjálvar – og fyri TB í framtíðini. 

Oddmar Nybo Jespersen, 16 ár
Persónlig mál fyri komandi kappingarár: At fáa nakrar minuttir við besta liðnum og at koma á landsliði 
Mál fyri liðið komandi kappingarár: Eg vóni, at vit koma í top 6 ella 5, og at vinna steypakappingina
Yndis pláss á vøllinum: Mitt á miðjuni, áleypari og vongur

Bartal Einarsson Petersen, 16 ár
Persónlig mál fyri komandi kappingarár: Mítt persónliga mál fyri komandi kappingarár er at sleppa at spæla á besta liđnum hjá TB.
Mál fyri liðið komandi kappingarár: Jeg vóni, at TB fer at liggja ovarliga í komandi kappingarári og klára seg gott í steypakappingini
Yndis pláss á vøllinum: í miðverjuni

Olivur Thomsen, 15 ár
Persónlig mál fyri komandi kappingarár: Eg skal venja hart, og útvikla meg nógv. Eisini ynski eg at vera ein avgerandi maður á U17 liðnum, og so eisini ynski eg at blíva úttikin til U17 landsliðið. Eg fylli 16 síðst í oktober, so eg havi sum mál at fáa spælitíð í Betri deildini, um kappingin ikki er endað áðrenn.
Mál fyri liðið komandi kappingarár: Málið fyri liðið er at koma í topp 6, og koma í finaluna í steypakappingini.
Yndis pláss á vøllinum: Áleypari/vongur.

Tóti Johannessen, 15 ár
Persónlig mál fyri komandi kappingarár: Mítt persónliga mál fyri komandi kappingarár er at menna meg sum leikara, og spæla við besta liðinum.
Mál fyri liðið komandi kappingarár: Málið fyri komandi ár, er at liðið megnar at koma í topp 6. 
Yndis pláss á vøllinum: Miðvallari (6’ari) ella í miðverjuni.

Tummas Pauli Christiansson, 14 ár
Persónlig mál fyri komandi kappingarár: At skora 5 mál
Mál fyri liðið komandi kappingarár: At koma í top 5
Yndis pláss á vøllinum: Vinstri bakur

Hjartan Krog Sørensen, 14 ár
Persónlig mál fyri komandi kappingarár: Venja við besta liðnum 1-3 ferð um mánaðin, skora 10 mál og gera 20 assists við u15, og kanska eisini spæla nakrar kampar við u17 liðnum.
Mál fyri liði komandi kappingarár: Okur skulu koma uppí A bólkin og allarhelst enda í top 5.
Yndis pláss a vøllinum: Mær dámar best at spæla 6’ari og 8’ari, men kann eisini spæla á vonginum.

Olivur, Hjartan, Bartal, Tóti, Tummas Pauli og Oddmar
Scroll to Top