Jólakalendari: 21 dec

Ken Fagerberg, hjálparvenjari
Eg ætli mær at byrja uppá A-venjara útbúgvingina, og at menna meg og læra so nógv sum gjørligt undir leiðsluni av Michael.
Eg vóni, at eg kann hjálpa til við menningini av leikarum, og at eg fái brúkt mínar royndir frá tí, at eg sjálvur var spælari.

Navn: Poul Eli Bærendsen, málmansvenjari
Komandi ár ætli eg mær at hava fleiri og betri málmansvenjingar, og eisini hevði eg hugsað mær at sjálvur komið í betri venjing.
Liðið má hava tveir góðar málmenn, og vit skulu arbeiða eitt sindur meira við luftbóltum og við samskiftinum á vøllinum. Dreymurin er eisini at vit fara at liggja á 5-6 plássi.
Tað er stuttligt at vera partur av TB, tí tað er her, ið eg altíð havi spælt. Spælararnir og liðandin er nakað her serligt. Og sum vit siga; einaferð TB, altíð TB!

Scroll to Top