Andras Nolsøe, fysioterapeutur
Andras ynskir at gera mun fyri TB, og at hjálpa felagnum at fáa betri úrslit enn seinastu árini. Hann hevur spælt nógvar dystir við TB, og hevur fylgt væl við, eisini aftaná hann gavst at spæla sjálvur. Tá hann fekk møguleika at gerast fysioterapeutur, og har við aftur gerast partur av TB, so tók hann sjálvsagt av, sigur hann.
Gudrid Nolsøe, fysioterpeutur
Sum flogbóltsspælari hevur Gudrid í nógv ár verið við til at mynda ítróttin á Tvøroyri, og aftur í ár er hon partur av TB hópinum. Gudrid hevur nógvar royndir sum fysioterapeutur hjá ítróttarfeløgum.
Hansina Ludvig, liðleiðari
Hansina er ein stórur stuðul hjá spælarunum, og tekur sær av øllum til venjingar og til dystir. Hon er altið klár við einum kaffimunni, og er altíð klár, tá dreingirnir hava brúk fyri hjálp við onkrum
Jón Bjarnason, kropsligur venjari
Jón hevur yvir 30 ára royndir sum venjari á hægsa stigi, og hevur verið venjari í svimjing til OL fyri Danmark. Hann leggur stóran dent á at hava eina vísindaliga tilgongd til kropsliga venjing.
Hann heldur, at tað er ein spennandi ætlan, sum TB er byrjað uppá, um hvussu spælarar skulu gerast betri og mennast enn meira