Jólakalendari: 23 dec

Michael Winter, høvuðsvenjari
Mítt persóliga mál er at gerast enn betri at menna einstøku leikararnar og liðið sum heild. Eisini ætli eg mær at verða betri til at deila uppgávur til venjara- og leiðarahópin.
Málið er, at vit skulu koma sterkt aftur komandi ár, og gera tað torført fyri øll lið, ið vit møta. Vit skulu læra av mótgongdini, ið vit høvdu í hesum kappingarárinum, og so skulu vit yvirraska so nógv sum gjørligt, so vit kunnu gerast nøgdari enn vit vóru hetta kappingarárið.

Karl Øster, hjálparvenjari
Málið er sjálvandi at mennast sum venjari, og at vera ein hjálp fyri liðið og hópin aftanfyri liðið. Eg ynski at vera við til menna spælararnar, og ynski at teir skulu kenna seg væl í hópinum.
TB er nakað serligt fyri meg, og liðið er gott. Felagsskapurin er góður ímillum spælararnar, millum spælarar og venjarahóp, og í venjarahópinum. 
Eg vóni, at vit fáa eitt betri úrslit komandi ár, og hesum fara vit at arbeiða hart fyri. Einaferð TB, altíð TB!

Scroll to Top