Jólakalendari: 4 dec

Í dag er tað 4 december og tann fjórði spælari verður kunngjørdur í dag. Fyri at síggja hinir sum eru kunngjørdir, trýst her.

Navn: Einar Aleksandur Thorsteinsson 
Aldur: 20 ár 

Skrásettir dystir í bestu deildini: 28 

Persónlig mál fyri komandi kappingarár: 
Persónliga málið fyri komandi ár, er at kempa alt tað, ið eg havi í mær fyri liðið. Eisini skyldi eg liðnum at skjóta nøkur mál, og harafturat er málið at betra meg sum fótbóltsspælara.  

Mál fyri liðið komandi kappingarár:  
Málið fyri liðið er at fáa nógv fleiri stig, enn vit megnaðu at fáa í ár, tí so høvdu vit sloppið undan at havt hasa lorta kensluna av at tapa á Víkingi, ÍF og EB/Streymi, tí eg veit, at vit eru líka góðir sum teir – ella betri. Eg fari at ofra meg 100% fyri liðið, og stríðast fyri mínar liðfelagar.  

Yndis pláss á vøllinum:  
Vinstri vongur. Men eg dámi eisini væl at vera áleypari, um eg havi alt fyri meg sjálvan. 

Scroll to Top