Jólakalendari: 7 dec

Navn: Dánjal Godtfred
Aldur: 24 ár

Skrásettir dystir:
Í bestu deildini: 121
Í næstbestu deildini: 72
U-landsdystir: 10

Persónlig mál fyri komandi kappingarár: 
Mítt mál fyri komandi kappingarár er, at eg megni at vera skaðafríður alt kappingárið, og harvið venja hart og miðvíst ímóti at blíva ein betur leikari. So skal eg sjálvandi eisini skjóta okkurt mál næsta ár.

Mál fyri liðið komandi kappingarár: 
Eg vóni, at vit vera neyvari á fremsta triðingi av vøllinum. Altso, at vit megna at skjóta nógv fleiri mál. Tá tey málini koma, so koma stigini eisini, sum vit manglaðu í ár. Síðani vóni eg, at vit yvirraska í steypakappingini.

Yndis pláss á vøllinum: 
Miðvallari (8’ari)

Scroll to Top